53 royk­fríir flokkar

53 skúla­flokk­­ar hava meld­að seg til kapp­ingina »Ársins royk­fríi skúli 2013«

Tá freistin í gjár var úti at melda seg til Ársins roykfría skúla 2013, høvdu 53 flokkar frá 5. til 10. flokk meldað seg til kappingina. Hetta eru 21 fleiri enn í fjør, tá 32 flokkar meldaðu til kappingina.
Tað sigur Fólkaheilsu­ráðið, sum aftur í ár tørn­ar út við kappingini um Ársins roykfría skúla 2013.
Í fjør var tað 6. flokk­ur í Skúlanum við Løg­mannabreyt, sum vann skúla sínum tann heiður at vera Ársins roykfríi skúli. Tá luttóku 32 skúla­flokkar kring alt landið í kappingini, har flokkarnir skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 10. september til 10. oktober. Tað bar á mál hjá 20 flokkum og í einum lutakasti var tað so, at hesin flokkur vann.
Umframt at vinna skúla sínum heiðursplátu sum váttan fyri vinningin, verður flokkurin eisini boðin til eitt spennandi kvøld í Bowlinghøllini á Hálsi við mati, bowling, tónleiki og vatnbóltum.