53 ára gamal funnin deyður

Ein bóndi á Sandi kom seinnapartin hósdagin fram á lívleysan mann, sum eftir øllum at døma er dottin oman. Rúsdrekka er helst orsøkin til deyðsfallið

Mikudagin fóru tríggir mans til gongu av Líðarenda og norðureftir Traðarhamri á Sandoynni. Ætlanin var at ganga til Skopunar. Túrurin endaði tó við einum sorgarleiki, tí bara tveir vunnu upp hús á lívi.
Løgreglan á Sandi upplýsir, at hinir báðir menninir komu aftur til hvør sína bygd. Tann eini kom til Skopunar fyri skýming, og hin kom til ein bóndagarð á Sandi í skýmingini og bað um at vera koyrdur heim. Eingin teirra segði nakað um tann triðja mannin, sum enn ikki var komin til hús.
Hósdagin klokkan 14 fann ein bóndi á Sandi tann triðja mannin, sum lá inni í Dal omanfyri Meginskúlan. Sambært kanningunum hjá løgregluni er maðurin dottin oman av tí seinasta klettinum, tá hann hevur roynt at koma oman gjøgnum hamaran. Fallið er fýra metrar, og síðani er maðurin bóltaður einar 50 metrar oman ígjøgnum líðina.
Løgreglan heldur, at maðurin er deyður á staðnum. Hann var 53 ára gamal og búði í Skopun.
Lítil ivi er um, rúsdrekka er orsøkin til vanlukkuna. Allir tríggir menninir vóru ávirkaðir, tá teir fóru avstað, og teir høvdu eisini rúsandi løg við sær. Hinir báðir, sum komu aftur, hava lítið at siga løgregluni, tí teir minnast ikki alt, sum fór fram.