Í Gekka-spælinum í kvøld skiltist skjótt, at tað fór at gerast trupult at avgreiða dráttin um sjálvan høvuðsvinningin.
Stutt eftir, at spælið var byrjað, byrjað telefonin, sum gekkaverturin, Magnus Magnussen hevði til brúks, at gera vrøvl og breyt av - aftur og aftur.
Hetta endaði við, at fólk, sum fingu fult rað og vórðu fyrst at ringja inn, vórðu ringd upp aftur av vertinum.
Magnus Magnussen noyddist sjálvur niður í lumman eftir sínari telefon og ringdi so upp aftur til tey, sum høvdu fult rað.
Øll sluppu at velja sær lúku. Hetta bar til, men tað tók nakað longri tíð, enn tað annars hevði gjørt, um alt riggaði, sum tað skuldi.
Men, tá komið var til síðsta spæl - spælið um høvuðsvinningin á 525.000 krónur - kundi hepni vinnarin ikki sleppa at snara hjólinum.
Tað var Erla Emily Lið úr Sørvági, sum fekk fulla plátu, og hon varð eisini ringd upp aftur av vertinum, Magnusi Magnussen.
Verturin greiddi henni frá, at sjálvur drátturin um høvuðsvinningin tíverri mátti bíða til mánakvøldið eftir ítróttin í KvF.
Soleiðis bíða nú 525.000 skattafríar krónur eftir spentu kvinnuni úr Sørvági, sum sleppur at royna eydnuna komandi mánakvøld.