Klokkan gott eitt í dag legði Gadus at á vestursíðuni, har væl av fólki tóku ímóti. Sjálvandi vóru Hanus Hansen og Anthonius Olsen eisini á støð og høvdu teir nógv at samskifta um.
Hetta hevur verið ein heldur drúgvur túrur. Gadus fór avstað 14. september og hevur roynt í nærum tríggjar mánaðir. Gadus hevur umleið 525 tons í flaki, sum verða løgd upp í Klaksvík á Frystivirkinum til avskipingar til Onglands í næstum. Størsti parturin fer til Fish & Chips-framleiðslu í Onglandi.
Gadus fer á beting at skifta zink í næstu viki og ferð eftir ætlan avstað aftur nýggjan túr 3. jóladag.
Fiskiskapurin hevur ikki verið tann besti hjá bátunum í Barentshavinum seinastu tíðina, sum so Gadus eisini hevur verið raktur av.
Hugaligt er at koma heim eftir ein drúgvan túr, og onkrir av smádreingjunum á kaini vóru eitt sindur smædnir, tá ið pápin kom í land ovurfegin at sleppa at heilsa uppá síni kæru, nú teir hava verið so leingi burtur – Tó, altíð hugaligt at koma heim til jóla!
Orð og myndir: Dávur Winther