52 ára gamla Merlene Ottey ætlar sær í HM og OL afturat

Renning: Leygardagin rann Merlene Ottey sum tann seinasta á slovenska liðnum í 4 x 100 metrar hjá kvinnum í EM-kappingini í Helsinki. Men hóast hon er 52, hevur hon ongar ætlanir um at gevast - tvørturímóti

-Hetta var ein hørð kapping fyri okkum. Sum tann seinasta skuldi eg kappast við tær sterkastu á hinum liðunum, og eg eri ikki í nóg góðari venjing til at kappast við tær, segði Merlene Ottey aftan á kappingina. Tá hon kom á mál, hevði tað slovenska liðið brúkt 44,30 sekund um teir 400 metrarnar, og tað rakk bara til eitt 13. pláss, tá saman um kom.

Men tann 52 ára gamla Jamaica-stjørnan, sum hevur umboðað Slovenia síðani 2002, hevur ongar ætlanir um at seta renniskógvarnar frá sær. Tvørturímóti.

-Enn dugi eg ikki at síggja, hví eg skal gevast. Málið hjá mær er at kvalifisera meg til HM um tvey ár, og so er spurningurin, um eg taki OL aftaná, sigur hon við norska kringvarpið.

Kann seta met
Tað er ikki greitt enn, um Merlene Ottey skal renna á teimum olympisku leikunum í London seinni í mánaðinum, men ger hon tað, verður tað hennara áttanda OL-luttøka.

At hon hevur verið við í sjey olympiskum summarleikum setir hana á ovasta pláss undir liðina á Jeannie Longo úr Fraklandi, York Romary úr USA og Josefa Idem Guerrini úr Týsklandi sum tær ítróttarkvinnurnar, ið hava luttikið á flest olympiskum summarleikum.

Skal Merlene Ottey koma upp á síðuna av teimum monnunum, sum hava luttikið á flest olympiskum summarleikum, noyðist hon á rennibreytina í Rio de Janeiro í 2016 eisini. Ger hon tað, fær hon pláss undir liðini á eysturríkaranum Hubert Raudaschl og kanadiumanninum Ian Millar, sum hava luttikið í níggju olympiskum summarleikum.


Fyrsta OL í 1980

Merlene Ottey var bara 20 ára gomul, tá hon rann sína fyrstu olympisku kapping í Moskva í 1980. Tá vann hon brosnu á 200 metrum, og síðani hevur hon vunnið átta OL-heiðursmerkir afturat. Og hóast hon ongantíð hevur vunnið OL-gull sum einstaklingur, hevur eingin kvinna vunnið so nógv olympisk heiðursmerkir í frælsum ítrótti sum hon.

Hon hevur verið so nær einum gullmerki, sum til ber. Tað var í 100 metrar kappingini í Atlanta í USA í 1996. Máltólið segði, at Merlene Ottey og amerikanska Gail Devers høvdu somu tíð, 10,94 sekund, men ein umstrídd avgerð gav kortini Devers gullið.

Fyri fýra árum síðani gjørdi hon eina roynd at sleppa við í kappingina á 100 metrum á olympisku leikunum í Beijing. Men hon rann 0,028 sekund ov seint...


Fleiri heimsmet

Kanska kann tann 52 ára gamla stjørnan ikki kappast við tær ungu í dag, men hon kann so í hvussu er ugga seg við, at hon eigur heimsmetið á 100 metrum fyri kvinnur oman fyri 35 ár, oman fyri 40 ár, oman fyri 45 ár og oman fyri 50 ár. Tað seinasta metið setti hon herfyri, tá hon rann 100 metrar upp á 11,67 sekund.

Sum hon rennur nú, fer hon at seta nýtt heimsmet fyri hvønn aldursbólk, hon kemur í.

________________________________________________________________
Merlene Ottey
Fødd: 10. mai í 1960 í Hannover í Jamaica
Hevur umboðað Slovenia síðani 2002
Persónlig met:
100 metrar: 10,74
200 metrar: 21,64
17 heiðursmerki sum einstaklingur í OL og HM.
OL:
100 metrar: Silvur í 1996, bronsu í 1984 og í 2000
200 metrar: Silvur í 1996, bronsu í 1980, í 1984 og í 1992
4x100 metrar: Silvur í 2000, bronsu í 1996
HM:
100 metrar: Silvur í 1993 og í 1995, bronsu í 1987 og í 1991
200 metrar: Gull í 1993 og í 1995, silvur í 1983, bronse í 1987 og í 1997
4x100 metrar: Gull í 1991, silvur í 1995, bronsu í 1983 og í 1993.

(Kelda: NRK)