Gene Gnocchi, ið er ein 52 ára gamal komikari, hevur í dag skrivað undir ein hálvt ára sáttmála við Parma, ið leikar í bestu italsku deildini, Seriu A. Gnocchi hevur hevur altíð havt sítt brennandi ynski um at leika bara fimm minuttir á besta liðnum, og so løgið sum tað ljóðar, so hevur felagið nú eftirlíkað ynskinum.
Hesin gamli garpur er tó ikki heilt illa fyri likamliga, tí hann hevur royndarvant við fleiri feløgum seinastu tíðina.










