52 fólk staðfest koronu seinastu vikuna

Hóast koronufarsóttin ikki merkist so væl, sum hon hevur gjørt seinastu árini, so halda tey hjá Landslæknanum framvegis eyga við koronusmittuni.

 

Tað segði Eyðbjørg Gaard, introduktiónslækni hjá Landslæknanum, við útvarpið hjá Kringvarpinum í gjár.

Men tað sum tey síggja hjá Landslækanum er, at fólk hava mild sjúkueyðkenni.

Hjá landslæknanum eru tey tó bjartskygd um koronustøðuna komandi tíðina, segði Eyðbjørg Gaard, lækni, við Kringvarpið. 

 

Seinastu vikuna hava 52 fólk fingið staðfest koronu.