518 nýggir smittutilburðir í Noregi

Talið av smittutilburðum í Noregi er í løtuni minkandi, men í tilsamans 33 kommunum eru tølini framvegis veksandi.

 

Seinasta samdøgur hevur Noreg staðfest 518 nýggjar covid-19 smittutilburðir. Tað eru 38 tilburðir færri enn miðal seinastu sjey dagarnar, tá miðaltalið hevur ligið á 556.

Sunnudagin vórðu 366 tilburðir staðfestir, og leygardagin var talið 417. Vanliga vera færri smittutilburðir staðfestir um vikuskiftini enn í vikuni annars.

Seinasta mánadag staðfesti Noreg 648 nýggjar tilburðir - ella 130 tilburðir fleiri enn seinasta samdøgur. So, her eru batar í væntu.

Størsta tal av covid-19 tilburðum, sum eru staðfestir í Noreg í eitt samdøgur, var týsdagin hin 16. mars í ár, tá talið var heili 1150.

Talið av smittutilburðum í Noregi er í løtuni minkandi, men í tilsamans 33 kommunum eru tølini kortini veksandi. 

Síðan farsóttin tók seg upp, eru tilsamans 108.028 covid-19 tilburðir staðfestir í Noregi. 709 fólk eru higartil deyð, og í løtuni liggja 222 fólk á sjúkrahúsi við covid-19.