514 rógvarar eru nú á veg til Hósvíkar

10-mannaførini ætlast at kappast, tá ið klokkan verður farin av níggju í kvøld

70 bátsmanningar fara at taka lut í FM kappróðrinum, sum í kvøld verður í Hósvík. Talan er um FM kappróðurin, sum leygardagin 17. juni varð útsettur orsaka av vánaligum róðrarlíkindum.

 

Ferðslan verður stór til Hósvíkar seinnapartin, tá ið bátarnir og 514 rógvarar saman við leiðarum og viðhaldsfólkum stevna úr øllum landinum og til Hósvíkar.

Róðrarsambandið hevur ikki ásett ávísa tíð, tá ið bátarnir skulu vera á róðrarøkinum, men tað verður mælt til, at tað verður møtt í góðari tíð. Undirstrikað verður, at tað verður ikki bíðað eftir bátum, ið ikki eru komnir, tá ið tað er ásett, at bátarnir skulu leggja at startinum.

 

Í kvøld verður ikki kappast heilt í tí røðini, sum tað plagar at vera. Stóra broytingin er tann, at 8-mannaførini fara at rógva nógv fyrri, enn tey plaga at rógva. Í kvøld fara 8-mannaførini at kappast klokkan 19.50 ella, tá ið barnaróðrarnir hava verið, og eftir at 5-mannafør gentur og 6-mannafør kvinnur hava kappast.

At tað er lagt soleiðis til rættis í kvøld kemst av, at manningarnar úr Suðuroy skulu sleppa suður aftur við Smyrli í kvøld.

 

Um tað gongur, sum tað er ætlað, so fer flaggið upp fyri 10-mannaførunum klokkan 21.05. Startskotið verður so umleið klokkan 21.10, og síðsta skotið á málinum í Hósvík verður latið av, tá ið klokkan verður eitt korter til tíggju - um tað gongur væl og tað lagar seg soleiðis, sum tað verður vónað og er ásett.

 

Tað verður sagt frá góðum róðrarlíkindum í kvøld. Hann verður eystan og landnyrðingur og millum tveir og sjey metrar um sekundið.

 

 

Barnaróður dreingir

Flaggið upp kl 1800

4 Ørnin

5 Svalan

6 Beinta

7 Tjaldrið

8 Falkur

(Ver) Ingibjørg

10 Firildur

11 Jallurin

12 Ternan

13 Tekla tils. 10 bátar

 

Barnaróður gentur

Flaggið upp kl 1825

3 Pílur

4 Kollur

5 Fípan Fagra

6 Spógvin G

7 Frúgvin G

8 Firvaldur

(Ver) Ingibjørg

10 Falkur

11 Svalan

12 Sílið

13 Knúkur

14 Havfrúgvin

15 Ørnin

tils. 13 bátar

 

5-mannafør gentur

Flaggið upp kl 1920

4 Fenja

5 Royndin Fríða

6 Blikur

7 Pílur G

8 Drekin

(Ver) Firvaldur

10 Beinta

11 Hulda

12 Kollur

13 Báran

14 Falkur

tils. 11 bátar

 

6-mannafør kvinnur

Flaggið upp kl 1935

7 Hósvíkingur

8 Rádni

(Ver) Sølmundur

10 Páll Fangi

tils. 4 bátar

 

8-mannafør

Flaggið upp kl 1950

7 Knørrur

8 Argjabáturin

(Ver) Tofta Regin

10 Árnfirðingur

tils. 4 bátar

 

5-mannafør dreingir

Flaggið upp kl 2005

3 Havfrúgvin

4 Ingibjørg

5 Drekin

6 Teistin

7 Pílur

8 Sílið

(Ver) Fípan Fagra

10 Royndin Fríða

11 Jallurin G

12 Títlingur

13 Frúgvin

14 Firildur

tils.12 bátar

 

6-mannafør menn

Flaggið upp kl 2020

6 Fortuna

7 Lómur

8 Hvessingur

(Ver) Sundabáturin

10 Hósvíkingur

11 Jarnbardur

tils. 6 bátar

 

5-mannafør kvinnur

Flaggið upp kl 2050

6 Sílið

7 Teistin

8 Erla Kongsdóttir

(Ver) Jallurin

10 Drekin

11 Tekla

tils.6 bátar

 

10-mannafør

Flaggið upp kl 2105

7 Havnarbáturin

8 Drekin Reyði G

(Ver) Klaksvíkingur

10 Ormurin Langi

tils. 4 bátar