Bjargingarlið hava higartil funnið 510 fólk deyð eftir jarðskjálvtan í Peru í gjár, og umleið 1.600 fólk hava fingið skaða. Myndugleikarnir bera ótta fyri, at talið á deyðum fer at veksa, tí enn eru fleiri bygdir, sum bjargingarliðini ikki eru komin til.
Danska uttanríkisráðið hevur síðani jarðskjálvtan roynt at fáa samband við danskar ríkisborgarar, sum vóru í Peru, men enn hava meiri enn 20 danir ikki latið frætta frá sær, sigur uttanríkisráðið í Keypmannahavn.
Stjórnin í Peru hevur biðið umheimin um hjálp, og ST, ES, USA, Kanada, Brasil og Kolombia hava sent tjøld, heilivág og ymsa aðra neyðhjálp til tey neyðstøddu. Myndugleikarnir siga, at jarðskjálvtin gjørdi serliga stóran skaða í økinum kring býin Pisco, og umleið 70 prosent av býnum er javnaður við jørðina.









