Ein uppgerð hjá altjóða blaðfelagsskapinum vísir, at higartil í ár eru 51 tíðindafólk dripin, meðan tey hava verið til arbeiðis.
Uppgerðin vísir týðiliga, at tað er vandamikið at vera tíðindafólk í krígsherjaðum økjum. Av teimum 51, sum eru deyð higartil í ár, doyðu 16 í krígnum í Irak, sjey hava latið lív í tí borgarakrígsherjaða Bolivia og seks í Filipsoyggjunum. Árið í ár er munandi verri enn í fjør, sigur altjóða blaðfelagsskapurin. Í fjør doyðu 46 tíðindafólk, meðan tey vóru til arbeiðis.
Formaðurin í altjóða blaðfelagnum, Timothy Balding, sigur, at gongdin er ræðandi, og at hetta vísir, at bæði politiskir myndugleikar og fjølmiðlafelagsskapir eiga at leggja størri dent á at verja tíðindafólkini, eisini í krígsherjaðum økjum.









