51 fólk klár at stjórna høvuðsstaðnum

11 av sitandi býráðslimum bjóða seg framaftur – og fimm løgtingsfólk ynskja eisini at stýra Tórshavnar kommunu

11 av sitandi býráðslimum bjóða seg framaftur, og fimm løgtingsfólk ynskja eisini at stýra Tórshavnar kommunu

 

Hóast long tíð er eftir, til valevnislistarnir til kommunuvalið 8. november skulu vera inni – 18. oktober, so eru 51 fólk longu klár at bjóða seg fram at stjórna Tórshavnar kommunu.

 

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eru liðug við uppstillingina og hava kunngjørt fullmannaðu uppstillingarlistarnar. Til kommunuval kunnu stillast fýra fólk upp fleiri, enn tað kunnu sita í kommunustýrinum. Í Tórshavnar kommunu sita 13 býráðslimir. Tí kunnu flokkarnir stilla upp til 17 fólk á listarnar.

 

Fólkaflokkurin kunngjørdi í gjárkvøldið sín lista til valið í Tórshavnar kommunu. Har eru fýra pláss eftir á listanum, sum nevndin hevur fingið heimild at gera lidnan.

 

Sambandsflokkurin hevur higartil kunngjørt fýra nøvn á listanum.

 

Mangt bendir á, at Miðflokkurin ikki fer at stilla upp hesaferð. Flokkurin fekk einans 287 atkvøður á seinasta býráðsvalið í Havn, sum er 2,58 prosent. Fyri at fáa umboð valt í Tórshavnar býráð krevjast umleið 700 atkvøður – alt eftir, hvussu býtið fellir millum flokkarnar.

 

Men greitt er, at Miðflokkurin fer at stilla upp, og at Ruth Vang, løgtingskvinna floksins, verður á listanum. Sum skilst fer Nýtt Sjálvstýri eisini at stilla upp.

 

Niðanfyri síggjast tey 51 fólkini, sum eru á alment kunngjørdu listunum hjá Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum og tey fýra nøvnini, sum Sambandsflokkurin higartil hevur almannakunngjørt:

 

1

Sjúrður Olsen

Fólkaflokkurin

býráðslimur

 

2

Bogi Andreasen

Fólkaflokkurin

býráðslimur

 

3

Jan Christiansen

Fólkaflokkurin

 

 

4

Rói Poulsen

Fólkaflokkurin

 

 

5

Joan Neshamar

Fólkaflokkurin

 

 

6

Eyðun Poulsen

Fólkaflokkurin

 

 

7

Vivi Kirke Davidsen

Fólkaflokkurin

 

 

8

Hans Silvan Johannesen

Fólkaflokkurin

 

 

9

Ruth Fjallsá

Fólkaflokkurin

 

 

10

Fróði Olsen

Fólkaflokkurin

 

 

11

Jutta í Horni Hansen

Fólkaflokkurin

 

 

12

Jógvan Thomsen

Fólkaflokkurin

 

 

13

Sunniva Bjarnastein

Fólkaflokkurin

 

 

14

Maria Rubeksen

Sambandsflokkurin

 

 

15

Katrin Joensen

Sambandsflokkurin

 

 

16

Beate L. Samuelsen

Sambandsflokkurin

 

 

17

Annfinn Brekkstein

Sambandsflokkurin

býráðslimur

 

18

Bergur Arnbjarnarson

Javnaðarflokkurin

 

 

19

Bjørg Dam

Javnaðarflokkurin

 

 

20

Bjørghild Djurhuus

Javnaðarflokkurin

býráðslimur

 

21

Djóni Nólsøe Joensen

Javnaðarflokkurin

 

løgtingslimur

22

Emly Djurhuus

Javnaðarflokkurin

 

 

23

Hákun Skovbo Dalsgaard

Javnaðarflokkurin

 

 

24

Halla Samuelsen

Javnaðarflokkurin

býráðslimur

 

25

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin

býráðslimur

løgtingslimur

26

Helena Dam á Neystabø

Javnaðarflokkurin

býráðslimur

løgtingslimur

27

Heri Ólason Dam

Javnaðarflokkurin

 

 

28

Høgni Joensen

Javnaðarflokkurin

 

 

29

Kristianna Winther Poulsen

Javnaðarflokkurin

 

løgtingslimur

30

Odd Færø

Javnaðarflokkurin

 

 

31

Sasho Bjartsson

Javnaðarflokkurin

 

 

32

Theresa Turidardóttir Kreutzmann

Javnaðarflokkurin

 

 

33

Tróndur Sigurðsson

Javnaðarflokkurin

býráðslimur

 

34

Unn Sørinardóttir Perdomo

Javnaðarflokkurin

 

 

35

Jógvan Arge

Tjóðveldi

býráðslimur

 

36

Gunvør Balle

Tjóðveldi

 

 

37

Brandur í Dali

Tjóðveldi

 

 

38

Jákup Dam

Tjóðveldi

býráðslimur

 

39

Malan Eyðunsdóttir

Tjóðveldi

 

 

40

Annita á Fríðriksmørk

Tjóðveldi

 

løgtingslimur

41

Marin Katrina Frýdal

Tjóðveldi

býráðslimur

 

42

Jóannes Guttesen

Tjóðveldi

 

 

43

Leivur Hansen

Tjóðveldi

 

 

44

Boði Haraldson

Tjóðveldi

 

 

45

Emil Hermansen

Tjóðveldi

 

 

46

Turið Horn

Tjóðveldi

 

 

47

Vigdis Johannesen

Tjóðveldi

 

 

48

Tráin Petursson Nónklett

Tjóðveldi

 

 

49

Jákup Av Skarði

Tjóðveldi

 

 

50

Edith Vang

Tjóðveldi

 

 

51

Sigrun Wardum

Tjóðveldi