509 skinn at býta í grindini í Havn

Grindin, sum varð funnin í Hestfirði, gjørdi landgongd klokkan 16:39

 

Tað tók teimum umleið fýra minuttir at drepa meginpartin av grindini og smáar tíggju minuttir at drepa alt, greiddi sýslumaðurin frá, at seðlarnir komu út stutt fyri midnátt.

Tey 509 skinnini verða býtt millum 242 partar í bátum og 241 partar á landi.

Tað var Tróndur Lyngvej í Hesti, sum fann grindina. Hann sá hana úr bygdini og fór so einsamallur út til grindina og hevði rikið hana suður ímóti Kirkjubønesi, áðrenn aðrir bátar komu til.

Grindaformenninir komu til, tá grindin var komin um Bøboðarnar.

Grindin gjørdi sum sagt landgongd klokkan 16:39.

Skorið verður upp á havnarlagnum á Vestaru bryggju og á Viðarnesi.

##med2##

 

##med3##