Miðflokkurin vil hava tingið at seta 500.000 krónur av beinanvegin til landssjúkrahúsið.
Peningurin skal brúkast til at dagføra út- og umbyggingarætlanina, sum varð gjørd í 1991, men sum ongantíð varð sett í verk.
Týsdagin legði Miðflokkurin uppskot fyri tingið um at eina eykajáttan til landssjúkrahúsið uppá eina hálva miljón.
Málið um at út- og umbyggja landssjúkrahúsið er gamalt.
Miðflokkurin sigur, at longu í 1983 lat ein nevnd frágreiðing úr hondum um byggiætlan fyri landssjúkrahúsið.
Síðani er henda ætlan tikin fram og dagførd aftur við jøvnum millumbilum, tó uttan at nakað er hent.
Í januar 1991 læt ein nevnd úr hondum uppskot um at nútíðargera landssjúkrahúsið. Eisiin hetta uppskotið bygdi á 1983-ætlanini, men farið varð eitt sindur longur.
Síðani tá eru hava aðrar neyðloysninr verið frammi fyri at nøkta bráðfeingistørvin, men lítið og onki er hent.
Útbyggja allastaðni
Miðflokkurin vísur á, at nú verður aftur tosað um útbyggingar allastaðni í samfelagnum.Ikki minst sæst hetta á uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, har ætlan báði er frammi um tórsvøll, nýggjan studentaskúla, nýtt vaktarskip o.a.
? Men til bráðneyðugu útbyggingarnar á Landssjúkrahúsinum fáa bara seks miljónir.
Miðflokkurin sigur, at tað er alneyðugt at byggja landssjukrahúsið út,
? Nógvar uppgávur eru tiknar heim úr Danmark og fleiri sergreinir eru komnar, men tilsvarandi játtanir til íløgur og rakstur hava ikki fylgt við, sigur Miðflokkurin.