50.000 mótmælir upp á eina viku

Sosialu miðlarnir kókaðu yvir av grindamótmælum, tá føroyingur drupu tvær grindir uppá ein dag.

- Vit hava einki yvirlit yvir hvussu nógvar teldupostar og brøv vit fáa. Men serliga í viku 30 tá grindadrápini vóru, fingu vit nógv mótmælir. Tað er tó ikki líka nógv sum fyrr, og slett ikki líka nógv sum í Statsministeriinum og fólkatinginum.


Tað sigur Páll Nolsøe, kunningarráðgevi í Løgmansskrivstovuni, nú nógvur ágangur hevur verið á danskar politikarar í samband við grindadráp.


Hóast talið av mótmælum til Løgmansskrivstovuna er minkandi, so merkir tað ikki, at tey ikki eru til staðar. Á Løgmansskrivstovuni hava tey nevniliga lagt merki til ein nýggjan tendens.


- Tað er ein týðiligur tendensur, at mótmælini flyta seg yvir á sosialar miðlar. Vit hava eina tænastu, so vit kunnu fylgja við í sosialum miðlum. Í døgunum 19-25 juli var eitt upplop í skrivingini á sosialum miðlum um grindadráp. Umleið 50.000 boð vóru á sosialum miðlum um grindadráp hesar dagarnar. Og í summar hevur verið nógv skrivað á sosialum miðlum um grindadráp.


- Størsti parturin av hesum mótmælunum koma frá USA. Tølini síðstu tveir mánaðirnar vísa, at mótmælini úr USA liggja um eini fjøruti prosent, meðan Stóra Bretland eigur eini fimmogtjúgu prosent.


Páll Nolsøe sigur, at tað kann vera torført at staðfesta, hvat er nágreiniliga orsøkin til vøksturin av grindamótmælum. 


- Tað er torført at meta um, men helst eru tað myndirnar frá grindadrápinum, ið er orsøkin til vøksturin, men handtøkurnar gera eisini nakað. Tað at Ricky Gervais skrivaði eini mótmælisboð um grindadráp fylti eisini nógv á sosialum miðlum. Hansara boð skaptu eyka fjølmiðlaumrøðu og fleiri fjølmiðlar góvu tí ans. 


- Fyri okkum er avbjóðingin tann, at tað fyllir so øgiliga nógv í sosialum miðlum. 50.000 boð um grindadráp uppá eina viku síggjast aftur. Tað skapar eitt rúm á netinum, har negativ uppmerksemi verður rættað móti Føroyum.


- Eitt høvuðsamboð í samskiftisstrategiini hjá Landsstýrinum er nýggja
www.whaling.fo, sum bleiv dagførd í nýggjum hami í vár. Endamálið við nýggju síðuni er eisini, at síðan skal kunna nýtast á sosialum miðlum. Løgmansskrivstovan hevur deilt tilfar frá síðuni á twitter vangamyndini hjá landsstýrinum, og vit síggja eisini at onnur deila tilfar frá whaling.fo síðuni á sosialum miðlum.


- Talið av vitjandi á
www.whaling.fo er eisini meir enn tjúgu faldað síðani síðan bleiv almannakunngjørd í vár. Í apríl vóru minni enn túsund vitjandi og í juli hevði síðan næstan fimmogtjúgutúsund vitjandi. Flestu vitjandi á síðuni eru úr USA og Stóra Bretlandi, umframt Danmark. 


Í Løgmansskrivstovuni hevur man valt at miðsavna orkuna upp á at svara, tá fjølmiðlar venda sær til teirra ella útlendskir miðlar skriva ósannindi um grindadráp. 


- Miðlaumrøðan í útlendskum miðlum er voksin í ár í mun til í fjør. Tað vit hava lagt merki til, er at tað eru fleiri størri og seriøsir miðlar, ið eru farin at skriva um grindadráp, serliga í Onglandi. 


- Vit hava sostatt raðfest at svara og rættleiða útlendskum miðlum, tá tey hava skrivað um grindadráp. Vit skrivaðu millum annað rættleiðingar til Newsweek, tá blaðið fyrr í summar skrivaði um grindadráp, og Newsweek gjørdi eisini eftirfylgjandi rættleiðingar í greinirnar.