Tað verður ofta tikið til, at vælferðin í einum samfelag kann metast eftir, hvussu hetta samfelagið fer við sínum veikastu borgarum.
Er hetta satt, stendur ikki so væl til í Føroyum, sum vit kanska ganga og billa okkum inn.
Í øllum førum ganga einir 5000 føroyingar runt og føla seg fullkomiliga sleptir upp á fjall.
Hetta eru allir teir føroyingarnir, sum av ymsum sjúkum, hava brúk fyri endurvenjingum í heilsuverkinum.
Talan er um fólk við ymsum giktasjúkum, fólk, sum hava havt blóðtøpp í heilanum ella sum hava havt heilabløðing.
Mett verður í hesum sambandi, at tilsamans eru einir 5000 føroyingar, sum hava brúk fyri endurvenjing í størri og minni mun.
Mugu rakna við
Í nógv harrans ár hava politikarar, avvarðandi og onnur tosað nógv um, hvussu harðliga tað er brúk fyri eini skipaðari endurvenjing í Føroyum.
Men higartil er púra onki hent.
Tað einasta, sum er hent, er í november handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrismanninum í almanna-og heilsumálum eitt álit við nógvum tilmælum um, hvat eigur at verða gjørt á økinum.
Síðani tá hava vit onki hoyrt aftur.
Men nú vil Heilafelagið hava politikararnar at taka ítøkilig stig fyri at seta tilmælini í álitinum í verk.
- Hvørja ferð, vit hava tosað við politikararnar, fáa vit at vita, at vit mugu bíða til álitið er gjørt. Nú er tað so næstan eitt hálvt ár síðani, at álitið varð liðugt og tí vænta vit eisini, at tiltøk í álitinum verða sett í verk beinanvegin.
Ì hesum sambandi skipaði Heilafelagið fyri fundi herfyri, har tilmælini, sum eru í álitinum um endurvenjing, vórðu gjøgnumgingin.
Maud K. Mouritsen, forkvinna í Heilafelagnum, sigur, at støðan er heilt vanlukkulig hjá fólki, sum hava verið fyri teirri vanlagnu at fáa blóðtøpp í heilan, ella heilabløðing.
- Tað er ongin skipað og bara at fáa tær allarminstu sømdir er so stríggið, at nógv hætta sær ikki undir tað yvirhøvur, men setast bara aftur.
- Bara eitt so einfalt sum at sleppa til talulærara at læra seg at tosa aftur, er at kalla ómøguligt.
Ynskja sær blóðtøpp
Avleiðingin av hesum er, at nógvir túsund føroyingar og eisini limirnir í Heilafelagnum, fáa ikki tey rættindi, sum áttu at fingið í einum vælferðarsamfelagi.
Á fundinum í Heilafelagnum kom neyðin týðiliga til sjóndar og tað var enntá ein, sum beiskur helt fyri, at tað var nógv fyri at ynskja sær at fáa ein blóðpropp fyri at sleppa til nakrar venjingar, men soleiðis er støðan.
Semja er nevniliga um, at tað er onki at finnast at sjálvari viðgerðin á sjúkrahúsinum í sambandi við heilabløðing ella blóðtøpp í heilanum.
Tað er, tá ið sjúklingurin verður útskrivaður, at hann verður sleptur upp á fjall, tí tá er onki tilboð um nakað sum helst.
- At sleppa til endurvenjingar, er so ræðuliga tungt at fáast við, at hjá teimum, sum eru heilt illa fyri, er tað ein ómøgulig uppgáva, sigur Maud K. Mouritsen.
Seta kikaran á endurvenjing
Endurvenjing til fólk, sum hava varandi sjúku, ella sum hava havt blóðtøpp í heilanum ella heilabløðing, hevur verið eitt mál, sum nógv hevur verið tosað um í mong ár.
Tíverri standa úrslitini ikki mál við alt tað, sum er sagt og skrivað, tí veruleikin er , at lítið og onki er hent á økinum.
Men nú Heilafelagið hava gongd á málið og kravið til politikararnar er, at teir nú seta gerðir aftanfyri øll tey vøkru orðini og seta tiltøk í verk, so at allir teir 5000 føroyingar, sum hava brúk fyri endurvenjing í meiri og minni mun, fáa tær sømdir, teir hava krav upp á í einum vælferðarsamfelagi.
Sosialurin fer í nøkrum greinum í komandi bløðum at umrøða málið og at lýsa støðuna á økinum.
Í morgin tosa vit við Marjuna Poulsen, sum er fysioterapeutur og sum hevur verið við at gera álitið um endurvenjing, sum varð handað landsstýrismanninum í november. Hon greiðir frá, at hevði politiski myndugleikin játtað 25 milliónir til endamálið um árið, hevði tað rokkið rættiliga langt og hon ivast í um tað ikki er dýrari at senda nakrar føroyingar av landinum um árið til endurvenjing enn at hava eina endurvenjing í Føroyum. Vit fara sjálvandi eisini at royna at fáa landsstýrismannin á økinum, Hans Paula Strøm, at greiða frá, hvørji stig, hann ætlar at taka fyri at bøta um støðuna hjá øllum hesum fólkunum.