5000 donsk arbeiðspláss flyta árliga til láglonarlond

Í Danmark arbeiðir ein "Velfærdskommision", sum skal geva boð uppá hvussu landið í framtíðini skal klára framvegis at hava búskaparligan vøkstur, og framvegis hava eitt vælferðarsamfelg, sum virkar og verður útbygt og endurnýggjað.
Flyting til Eystureuropa og Asia
Í eini ávegis frágreiðing sigur hendan kommissión, at umleið 5000 donsk arbeiðspláss verða árliga niðurløgd í Danmark og flutt til lond við lágum lønum í Eystureuropa ella Asia. Hetta rák fer at halda fram. Tí er alneyðugt, at Danmark eins og onnur hálønar- og vælferðarsam-feløg, støðugt er ført fyri at seta annað og nýtt í staðin. Tað ræður um at finna uppá og byggja upp av nýggjum.
Vælferðarkommissiónin sigur, sambært Politiken 030305, at danskarar skulu gerast betri til umstilling, um globaliseringin ikki skal taka støðið undan vælferðini í Danmark. "Dan-marks evne til at konkurrere afhænger i høj grad af, at vi kan producere varer og tjenesteydelser, der har et højt indhold af specialiseret viden", skriva teir.
Útflytingin, ella ?outsourcing?, er tó bert ein minni partur av tí konstantu umkalfatringini, sum fer fram. Á hvørjum ári verða 250.000 arbeiðspláss í Danmark nirðurløgd, tí virkir stongja, minka um virksemi, rationalisera og effektivisera. Men hinvegin verða nýggj arbeiðspláss eisini sett á stovn. Men í løtuni eru tað ikki nokk til at javnvág verður í roknistykkinum. Tí vaks arbeiðs-loysi í Danmark í januar.
Danmark hevur gjøgnum tíðirnar dugað væl at umstilla seg til nýggjar tíðir.