- Nú skal álitið á landsstýrið standa sína roynd.
Tað staðfestir Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.
Saman við fýra øðrum stórum fakfeløgum, fer Starvsmannafelagið nú at samráðast við landsstýrið um at fáa eina lønarhækking.
Umframt Starvsmannafelagið, eru tað Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Havnar Arbeiðsmannafelag, ið eisini hevur limir í almennum starvi, ið nú fara til samráðingarborðið saman við fíggjarmálaráðnum um at hækka lønirnar.
Tilsamans umboða hesi fimm feløgini eini 5000 starvsfólk hjá tí almenna.
Feløgini hava brúkt seinastu tíðina upp á at fyrireika seg til samráðingarnar og á fundi í gjár var síðsta hond løgd á fyrireikingarnar, har tey hava útvegað sær tað skjalatilfar, sum tey vilja hava fyri at stuðla upp undir lønarkrøvini.
- Nú eru vit so í holt við at fara vit so avtala samráðingarfund við fíggjarmálaráðið og har fara vit at leggja krøvini fram, sum vit fimm fakfeløg hava orðað í felag, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum.
Fortreytirnar munandi broyttar
Í 2006 breyt Starvsmannafelagið upp úr nýggjum við at gera ein fýra ára sáttmála við fíggjarmálaráðið.
Hetta er fyrstu ferð, at so drúgvur sáttmáli verður gjørdur á almenna arbeiðsmarknaðinum og hann gongur sostatt ikki út fyrrenn tann 1. oktober 2010.
Tað gjørdi Starvsmannafelagið fyri at vísa samfelagssinni, sum tey søgdu og tí at tey mettu at tað hevði stóran týdning fyri allar partar at tryggja frið á arbeiðsmarknaðinum í eitt longri tíðarskeið enn tey tvey árini, sum eitt vanligt sáttmálaskeið er.
Men fyri at gardera seg, fekk Starvsmannafelagið ein ventil í sáttmálan, sum segði, at broytast viðurskiftini í samfelagnum, sum ávirka lønarlagið munandi, skal tað bera til at samráðast um lønina av nýggjum tann 1. oktober í ár.
Nú eru 12 dagar eftir til 1. oktober og tí verður farið undir samráðingarnar nú.
Men tað stendur eisini, at hetta kann ikki føra til, at sáttmálin verður uppsagdur.
Tó skal leggjast afturat, at frammanundan varð ein sáttmáli gjørdur við Føroya Arbeiðsgevarafelag um starvsfólk hjá Føroya Tele og hann var upp á trý ár og níggju mánaðir og har var eisini ein orðing um at endurskoða lønina, henda munandi broytingar.
Síðani hava eisini onnur feløg fingið somu orðing, sum gevur teimum rætt til nýggjar samráðingar mitt í sáttmálaskeiðnum.
Selma Ellingsgaard sigur, at tað kunnu ikki vera fleiri meiningar um, at fortreytirnar fyri sáttmálanum eru munandi broyttar við nógv hækkandi prísum á bæði olju, mati og bústaði.
Tí ivast hon ikki í, at Starvsmannafelagið hevur fullan rætt til at biðja um samráðingar um lønarhækking.
Sostatt fer Starvsmannafelagið, saman við hinum feløgunum nú at krevja meiri í løn og samráðingarnar byrja altso nú.
Àlitið standa sína roynd
Og forkvinnan í Starvsmannafelagnum staðfestir, at nú skal álitið á landsstýrið standa sína roynd.
- Nú fáa vit at prógv fyri um Fíggjarmálaráðið veruliga meinar nakað við tað, sum stendur í sáttmálanum.
Men hon staðfestir eisini, at vísir tað seg, at lyftini frá fíggjarmálaráðnum í sáttmálanum bara eru tóm orð, fer hetta uttan nakran sum helst iva at fáa stórar avleiðingar við sær til næstu regluligu samráðingar í 2010.
- Fáa vit ikki lønarhækking nú, verður ongin ivi um, at krøvini vera bara so mikið størri í 2010. Og tað er samstundis greitt, at so fara vit aldrin at góðtaka at gera ein so drúgvan sáttmála aftur.
Hinvegin ivast tey ikki í, at fíggjarmálaráðið ætlar at halda tær avtalur, sum eru gjørdar og nú eru viðurskiftini broytt so nógv, at vit hava krav upp á eina serliga lønarhækking nú, leggur hon afturat.
- Ein drúgvur sáttmáli upp á fýra ár, tryggjar frið á arbeiðsmarknaðinum og tað ivast vit ikki í, at landsstýrið eisini virðismetir høgt. Tí hevur tað stóran týdning at fjálga um tað álitið, ið krevst at vera ímillum partarnar
Munandi lønarhækking
Hvussu stóra lønarhækking, tey fimm fakfeløgini fara at krevja, vil hon ikki siga nakað um.
- Men tað er greitt, at talan skal verða um eina hækking, sum munar, tí prísirnir eru farnir nógv upp hesi bæði seinastu árini.
Í hesum sambandi kann upplýsast, at á heysti í 2006, tá ið sáttmálin kom í gildi, var prístalið 106,5 stig, men nú er tað 116, 4 stig.
Sostatt eru prísirnir hækkaðir heili 9,9 prosentstig hesi bæði árini.
Samstundis hava lønarhækkingarnar ligið um 3% um árið. Men ein partur av tí er eftirløn, sum løntakara ikki fáa atgongd til, fyrrenn teir fara frá fyri aldur.
- Eftirlønina fáa vit ikki keypt fyri nú og sostatt er veruliga lønarhækkingin ikki meiri enn góð 2% um árið. Tí er tað greitt, at lønirnar eru afturúrsigldar so tað munar hesi bæði árini og at keypiorkan er fallin.
Stórt spurnartekin
Samráðingarnar, sum nú standa fyri durum, reisa kortini ein stóran spurning. Og tað er, at tað eru verri enn so øll av teimum fimm fakfeløgunum, sum nú fara til samráðingar, sum hava eina orðing í sáttmálanum, sum gevur teimum rætt til samráðingar mitt í einum sáttmálaskeiði, soleiðis sum Starvsmannafelagið hevur.
Men Selma Ellingsgaard vónar, at hini feløgini fáa somu sømdir, sum Starvsmannafelagið fær.
Men hon viðgongur, at í síðsta enda er hetta ein spurningur um hugburðin hjá fíggjarmálaráðnum, tí hon ásannar, at feløgini, sum ikki hava hesa orðingina, hava ikki krav upp á lønarhækking nú.
Men kann úrslitið, vit fáa, ganga øðrum, er tað bara gott, staðfestir Selma Ellingsgaard.









