Fuglfirðingar vilja hava gongubreyt ímillum Fuglafjørð og Kambsdal. Tað er eitt gamalt ynski, men nú skal trumfur setast á.
Tí hava tey brúkt hesa seinastu vikuna til at fáa fólk at skriva undir eina áheitan á Fuglafjarðar Kommunu um at gera gongubreyt ímillum Fuglafjørð og Kambsdal.
Og væl hevur hilnast, tí ein av stigtakarunum, Rutt Hansen, sigur, at leyðsliga mett hava tey fingið ímillum 400-500 undirskriftir.
Tað nágreiniliga talið vita tey, tá ið teir síðstu listarnir eru komnir inn.
Og í morgin árini klokkan 10 verða allar hesar undirskriftirnar handaðar Sigurdi Simonsen, borgarstjóra.
Rutt Hansen sigur, at tað er rættiliga nógv fólk, sum dagliga gongur hetta strekkið ímillum Fuglafjørð og Kambsdal.
Strekkið er umleiða hálvan triðja kilometur og tað er ongin gongubreyt og tað hóvar fólkið ikki, tí vegurin er slættur og góður og bilarnir koyra mangan skjótt.
Tað er eitt gamalt ynski at fáa gongubreyt framvið vegnum, men Landsverk skjýtur tað frá sær, tí tað skal vera kommunan, sum hevur ábyrgdina. Hinvegin tvíheldur kommunan um, at hetta er landsvegur, sum Landsverk hevur ábyrgdina av, sigur Rutt Hansen.
- Nú vilja vit hava greiði á málinum leggur hon afturat.









