Nú nærkast til føstulávint. Og fyri mong vaksin og børn merkir tað, at tunnurnar nú skulu fáast til vega.
Ein teirra, sum hevur søluna um hendi er MJ Saltsølan, sum í ár hevur bílagt 500 tunnur í trimum støddum til landið.
Tunnurnar komu til landið fyrr í farna mánaði úr Norðurnoregi, og longu nú eru tær allar flestu seldar.
-Eg meti, at vit hava einar 100 eftir sum nú er, sigur 20 ára gamli Páll Skýlindal, sum m.a. tekur sær av søluni av tunnunum hjá MJ Saltsøluni.
Saman við einum øðrum starvsfelaga er Páll til arbeiðis hjá fyritøkuni, sum heldur til á Vestaru Bryggju í Havn. Har ger hann alt møguligt ? m.a. koyrir hann trukk, gravimaskinu, umframt tað at hann selur salt og tunnur.
Ikki bara sesongvøra
Hjá eini fyritøku er tað altíð at spennandi at vita, hvussu sølan av eini vøru gongur ár eftir ár ? eisini tá talan er um tunnur til tunnusláing.
Tunnur verða jú fyri ein stóran part bert seldar nú í føstulávints-sesongini, men Páll sigur kortini, at tað koma javnan fólk og spyrja um tunnur aðrar tíðir av árinum.
- Hetta eru fólk, sum ynskja at salta ymiskt niður í okkara tunnur. Og tað vísir seg tí, at hóast vit ikki selja allar tunnurnar beinanvegin, so er eingin tunna eftir, tá summarið er komið, sigur hann.
Fyri at lætta um hjá teimum, taka teir ikki ímóti bíleggingum av tunnum. Skal ein vera vísur í at fáa eina tunnu, er neyðugt at gjalda fyri hana frammanundan. Fyrst tá, verður hon løgd til viks. Til ber eisini at keypa tunnur á staðnum.
Tað er serliga skúlar, barnagarðar, virkir, feløg og stovnar sum keypa sær tunnurnar, men eisini arbeiðsfólk á virkjum og fyritøkum taka seg saman og keypa eina tunnu í felag.
Tað finnast tríggjar støddir av tunnum, og tí er gjørligt at fáa tunnur, bæði til vaksin, stór børn og til tey smæstu børnini.
- Hetta eru góðar tunnur, skal eg siga tær. Tær eru ikki sum onkrar aðrar, sum brotna vit fyrsta slag!, sigur Páll.










