Nú gongur neyvan long tíð, til parkeringsplássini, sum eru til Teistan á Gomlurætt, verða flutt av eystursíðuni og vestur um omankoyringarvegin.
Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur-og Sandoyartunlar, hevur áður sagt, at bilarnir, sum plaga at standa parkeraðir á Gomlurætt, skulu flytast vesturum omankoyringarvegin.
Fyri eini tíð síðan varð alt grótið, sum hevur ligið undir berginum á Gomlurætt og suður ímóti, har tunnilsmunnin til Sandoyartunnilin skal verða, ruddað burtur.
Nú er so eftir at flyta parkeringsplássini eystru megin omankoyringina vestur um vegin. Í dag komu bilar, trumlur og onnur akfør hjá entreprenørfelagnum Kreton oman á økið.
- Í fyrstu syfti skulu vit slætta økið við skervi, og síðan verður alt asfaltterað, sigur umboð fyri Kreton seinnapartin í dag, tá In.fo hugdi fram við á Gomurætt.
Umboðið fyri entreprenørfelagið legði aftrat, at samlaða økið, sum skal javnast út og avfaltterast, liggur um 3.500 fermetrar, og her skulu brúkast umleið 500 tons av skervi og 500 tons av asfalti.