500 tons av alitoski klárir til sláturs

- Partapeningurin hjá okkum er 50 miljónir krónur, og tí hava vit ongan akuttan tørv á at taka fiskin beint nú, sigur dagligi leiðarin hjá Termar Sea Farm, Kjell Dahl

Toskaaling

 

Í heyst ella í vetur hevur felagið Termar Sea Farm í Herøy í Noregi eini 500 tons av aldum toski, sum kunnu takast og seljast.

Tað er Helgelands Blad, sum ber tíðindini.

Fiskurin, sum verður tikin í heyst ella í vetur, er hin fyrsti hjá felagnum, síðan Termer Sea Farm yvirtók virksemið hjá øðrum felag.

Termer hevur gjørt stórar íløgur í virksemið við toskaaling. Eitt nú hevur felagið latið smíða ein nýggjan fóðurbát, sum kostaði sjey miljónir krónur og hevur eisini gjørt stórar íløgur í nótir og annan útbúnað.

- Partapeningurin hjá okkum er 50 miljónir krónur, so vit hava tí ongan akuttan tørv á at taka fiskin beint nú, sigur dagligi leiðarin, Kjell Dahl, við blaðið.

Termar hevur eina 3-ára avtalu við Codfarmers, sum eitt nú byggir á, at Termar skal framleiða og selja Codfarmers 10,5 miljónir toskar til útseting í trý ár.

Í løtuni hevur Termar Sea Farm umleið 2 miljónir toskayngul svimjandi í nótum, og av hesum skulu umleið 1,8 miljónir fiskar seljast víðari til aðrar alarar.