Landsdystur
Hin 16. oktober, um tólv dagar, fara føroyska A-landsliðið hjá monnum í fótbólti og besta liðið týskarar eiga í fótbólti á vøllin í Hannover.
Tað kenda Niedersachsen Stadion verður karmur um dystin. Hóast tað verður rópt fyri Niedersachsen Stadion millum manna, er almenna navnið á leikvøllinum nú AWD Stadion. Hetta hendi eftir at navnið á leikvøllinum varð selt, sum tað ofta verður í útlondum. Týska fjarskiftisfyritøkan AWD keypti so navnið, soleiðis at 500 føroyingar um góðar tólv dagar kunnu siga, at teir hava verið á AWD Stadion í Hannover.
Á AWD Stadion er pláss fyri góðum 40.000 áskoðarum. Leikvøllurin verður í løtuni umbygdur til HM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í 2006. Sambært týskum fjølmiðlum er útselt til dystin móti Føroyum 16. oktober. Áhugin er sum vera mann stórur í Týsklandi. Talan er um hin fyrsta heimadystin, eftir at landið gjørdist nummar tvey í HM-endaspælinum í summar.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$1/80
Til ein tílíkan dyst sum tann í Hannover 16. oktober fær Fótbóltssamband Føroya eitt ávíst tal av atgongumerkjum.
Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, sigur, at teir hava fingið 1.050 atgongumerki til dystin. Tá avtornar roknar Ìsak Mikladal við, at teir eru slopnir av við eini 500 atgongumerki. Hetta merkir sostatt, at 1/80 partur av áskoðarunum vera væntandi føroyingar.
Hann upplýsir, at teir hava sent heilt fitt av atgongumerki til Danmarkar og til aðrar føroyingar uttanlands. Roknað verður sum sagt við góðum 500 føroysku áskoðarum til dystin. Tað kunnu tó vera nakrir føroyskir áskoðarar, sum hava keypt atgongumerki beinleiðis úr Týsklandi, men hesir eru so ikki tald uppí tey 500.
Allir føroyingarnir sleppa at sita saman til dystin. Skuldi nakar lagt í at vita tað, so er tað í sektión M45, at føroysku áskoðararnir fara at sita, tá dysturin verður hin 16. oktober. Sambært Ísaki er talan um hampuliga góð pláss.
Eini 200 eru við í ferðalagnum hjá 12. manni. Eisini fleiri ferðaskrivstovur skipa fyri ferðum til Týsklands í sambandi við dystin, og nógv fólk, búsitandi uttanlands, fara eisini til dystin.
Regin Egholm, formaður í 12. manni, sigur, at hetta er størsta ferðalagið hjá teimum til ein tílíkan dyst. Tó vóru fleiri føroyskir áskoðarar í Skotlandi og í Danmark á sinni.
Enn eru nøkur pláss eftir hjá 12. manni.
Gott fyri Fótbóltssambandið
Fótbóltssambandið hevur frá byrjan av gjørt greitt, at Týskland er eitt ynskiligt mótstøðulið sæð útfrá tí fíggjarliga sjónarmiðinum.
ìsak Mikladal upplýsir, at Fótbóltssambandið hevur havt undirskot uppá landsliðið seinastu árini, men í hesari undankappingini verður væntandi yvirskot á niðastu linju, tá dystirnir eru leiktir.
Týska fótbóltslandsliðið merkir millióna inntøkur í sjónvarps- og lýsingarrættindum. Nevnast kann, at dysturin millum Føroyar og Skotland herfyri varð vístur beinleiðis í týskum sjónvarpi eisini.
Eisini áhugin hjá týskum viðhaldsfólkum er stórur at koma til Føroya. Ísak Mikladal sigur, at væntandi er, at um 1.000 áskoðarar koma til Føroya til heimadystin hjá Føroyum móti Túsklandi hin 11. juni 2003 á Tórsvølli.Lesið eisini samrøðu í blaðnum í morgin við Sissal Kristiansen, sum samskipar tiltøkini í sambandi við landsdystirnar hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.