Tá Norðoyatunnilin læt upp 29. apríl í fjør varð roknað við, at ferðslan gjøgnum Gøtu helst fór at vaksa munandi. Hetta vátta tøl frá Landsverk, sum vit hava fingið frá Oyvindi Brimnes.
Stjórin í Landsverk, upplýsir, at ferðslan um Gøtueiði er vaksin við góðum 500 bilum um samdøgri, síðani Norðoyatunnilin læt upp.
Áðrenn tað var koyrandi til Klaksvíkar, var talið av bilum um samdøgri um Gøtueiði 3903. Nú undirsjóvartunnilin hevur verið opin fyri almennari ferðslu síðani 29. apríl, er talið vaksið til 4417 bilar um samdøgri.
Í hesum sambandi kann leggjast aftrat, at ferðslan gjøgnum Norðoyatunnilin liggur um 1500 bilar um samdøgri.









