500 fólk á landsdansistevnu í Suðuroynni

Í kvøld byrjaði landsdansistevnan. Í kvøld byrjaði stevnan varliga við barnadansi og fyrilestrum, men farið verður eisini upp á gólv Klokkan 20 hittust luttakararnir í Framtíðini í Vági, har Sláið Ring skipaði fyri mentanartiltaki. Børn úr Sumba løgdu fyri við at kvøða eina vísu. Síðani vóru fyrilestrar á skránni, har Eli Poulsen úr Sumba greiddi frá og hugleiddi um dans. Pól Arni Holm, fyrrverandi sangari í Týr, greiddi í hugtakandi og øðrvísi fyrilestri frá, hvat føroyskur dansur kveikir í nútímans tónleiki og hann greiddi eisini frá, hvussu teir framleiddu Ormin Langa í Týr og hvussu hendan útgávan rakti plett, serliga millum tey yngru, og hann endaði við ynskinum um, at tey ungu taka væl undir við dansinum. Andrea Opeielka úr Bochum í Týsklandi skrivar doktararitgerð um føroyskan dans og dansispøl og hon greiddi frá úr rúgvusmikla tilfarinum, hon hevur savnað.

Seinni í kvøld verður farið upp á gólv og tá eru væntandi allir um 500 luttakararnir komnir suður til Suðuroyar.

Leygardagin kl. 18.00 verður sjálv landsdansistevnan sett við ítróttarhøllina í Trongisvági. Tað verður Bjarni Vestergaard, fyrverandi formaður í Sláið Ring, ið setir stevnuna. Aftaná fer Ketty Andreasen, formaður í Tvøroyrar Dansifelag, sum umboðar tey fýra dansifeløgini í Suðuroynnioynni, Sumbiar Dansifelag, Jómsvíkingar, Tvøroyrar Dansifelag og Suðuroyar Norðara Dansifelag, at bjóða vælkomin.