Tað má av sonnum sigast, at góða gongdin hjá byggifyritøkuni Articon, sum fremur stóra byggiverkætlan fyri SEV á Sundi, heldur fram.
- Tað er ikki langt síðan, at vit grillaðu á byggiplássinum í samband við, at vit høvdu arbeitt fleiri enn 400 dagar uttan skaða við fráveru.
Og í gjár kundu so arbeiðsfólk hjá byggifyritøkuni aftur hátíðarhalda dagin, nú tað vóru farnir 500 dagar uttan skaða á byggiplássinum við fráveru.
- Dagurin varð hátíðarhildin við eini flottari køku til øll starvsfólkini á plássinum. Men, slíkt kemur ikki av ongum. Hetta krevur, at arbeiðið verður væl lagt til rættis umframt eina góða trygdarmentan í felagnum.
Hjá Articon eru tey ógvuliga glað og errin av hesum avriki, samstundis sum tey ynskja øllum á byggiplássinum eitt stórt tillukku – ella keep up the good work, sum tikið verður til.










