500 børn í dagrøkt í 20 ár

Fyrireikingarnar at byggja nýggjan barnagarð í Vági eru komnar væl áleiðis, men Vágs kommuna ætlar ikki at gevast við kommunalu dagrøktini, um fólk framhaldandi ynskja at hava børn síni í hesi skipan

Dagrøkt

 

Síðsta fríggjadag hátíðarhelt Dagrøktin í Vágs kommunu 20 ára føðingardag. Hesi árini, borgararnir í kommununi hava fingið børn síni ansað í dagrøkt, hava fleiri enn 500 børn tilsamans verið inni í skipanini

Dagrøktarleiðarin, Irdi Bjarkhamar, byrjaði sjálv sum dagrøktari í 1989 og hevur verið leiðari av skipanini seinastu 12 árini.

 

Væleydnað tiltak

Hon sigur, at hátíðarhaldið fríggjadagin eydnaðist sera væl.

- Starvsfólkini í dagrøktini skipaðu fyri stórari myndaframsýing, har myndir av hvørjum barni vóru við. Eisini vóru myndir, sum tiknar eru á ymiskum útferðum og ymiskum tiltøkum, eitt nú føstulávintshaldi, jólahaldi og legum.

Irdi Bjarkhamar sigur, at teir mongu gestirnir hendan dagin eisini sluppu at síggja ymiskar lutir, sum børn í ansingini hava evnað hesi 20 árini.

- Hetta var sera áhugavert og forvitnisligt, leggur hon aftrat.

 

Stór undirtøka

Fleiri enn 300 fólk vóru við til hátíðarhaldið, sum varð hildið í VB-húsinum.

Formaðurin í mentanarnevndini hjá Vágs kommunu, Ásgerð Stenberg, segði nøkur orð við høvið. Hon takkaði bæði dagrøktarum og dagrøktarleiðara fyri fram úr gott arbeiði á ansingarøkinum.

- Ásgerð vísti eisini á, at samstarvið millum skipanina og kommunala myndugleikan hevur riggað fyirmyndarliga væl, sigur Irdi.

 

Nýggjur barnagarður

Í Vági arbeiðir kommunan við fyrireikingum til bygging av nýggjum barnagarði.

- Formaðurin í mentanarnevndini segði, at býráðið á seinasta fundi hevði tikið avgerð um, at fólk eisini í framtíðini skulu hava møguleikan at fáa børn síni ansaði í dagrøkt, um tey ynskja tað. Hesin møguleiki verður eisini, eftir at nýggjur barnagarður er bygdur, sigur dagrøktarleiðarin.

 

Hugskotskapping

Í samband við føðingardagin hevði dagrøktin eisini skipa fyri hugskotskapping, har navn til spælistovuna hjá dagrøktini skuldi finnast.

25 uppskot komu um navnið.

- Tað var fyrsta barnið, sum fyri 20 árum síðan varð skrivað til dagrøkt, Hjørdis Hjaltadóttir, sum fekk heiðurin at kunngera, hvat spælistovan hereftir fer at eita. Navnið verður nevniliga Skálalund, sigur Irdi Bjarkhamar.

 

57 í dagrøkt

Í kommunalu dagrøktini hjá Vágs kommunu eru í dag 57 børn, 11 dagrøktarar og eitt hjálparfólk.

Í Vági er eisini barnagarður og frítíðaransing.

Í skipanini starvast 11 dagrøktarar og eitt hjálparfólk.