500.000 vorðin heimleys í Meksiko

Áhaldandi grimdarregn hevur elvt til vatnflóð í meksikanska landslutinum Tabasco Minst eitt fólk hevur latið lív, 700.000 eru flutt burtur, og av teimum hava umleið 500.000 mist hús og heim.

Meksikonsku myndugleikarnir siga, at vatnflóðin er tann ringasta seinastu 50 árini, og at ein stórur partur av grøðini er farin fyri skeyti.

Guvernørurin í Tabasco sigur, at nógv fólk hava biðið um hjálp, tí tey sleppa ongan veg. Summastaðni ljóðar, at fólk hava leitað sær skjól uppi í elsteyrum undan tí nógva vatninum.