50 tons av nýggjum stáli og jarni

Asfaltverkið í Hundsarabotni kundi í gjár gleða seg yvir nýggjasta familjulimin. Tað er ein nýggj kravkúgv. Kostnaðurin er 3,2 milliónir krónur

 

Arbeiðstól


Teir vóru nógvir og spentir. Arbeiðsfólki á maskinverkstaðnum hjá landsverkfrøðinginum í Kollafirði. Tað var kanska heldur ikki uttan orsøk. Tí tað stóð ein spildurnýggj kravkúgv á verkstaðnum. Tað er heldur ikki á hvørjum degi, at Landsverkfrøðingurin fær hendur á einari nýggjari kravkúgv.

Í sambandi við, at nýggja kravkúgvin skuldi gerast klár til at fara til arbeiðis uppi í Hundsarabotni, vóru eisini komnir nakrir menn úr Danmark at rigga nýggju kravkúgna til. Tá Sosialurin vitjaði, so vóru teir við at gera teir síðstu fyrireikingarnar klárar, áðrenn kravkúgvin kundi fara avstað niðan í Hundsarabotn, har hon skal avloysa eina fimtan ára gamla kravkúgv, sum skal flytast til Lambareiði, har hon skal virka restina av sínari livitíð.


Amerikanskt Volvo

Nýggjasta ískoyti í familjuna uppi í Hundsarabotni er av merkinum Volvo. Tað er ein Volvo L330 D, um tað sigur onkrum nakað. Kravkúgvin er gjørd yvir í Sambandsríkinum, í North Carolina.

Krúgvin vigar, tá hon stendur fult útgjørd, 50 tons. Longdin er 10,5 metrar, breiddin er 4 metrar og tú skalt fýra metrar upp í luftina, um tú ynskir at nerta við toppin á stýrihúsinum.

Kravkúgvin hevur tvey stempul. Hon er evnað úr stáli og jarni og so hevur ein dámligan gulan lit.

Fert tú innar í stýrihúsið, so er kravkúgvin mestir lík einum nýggjum bili, tí har eru allir hentleikar. Tað er kanska einans fløskuhaldarin, sum væntar, men tað hava teir døgurðasteðgin til. Har er útvarpstól, so førarin ikki nýtist at keða seg, tá dagarnir gerast langir.

Eisini er stýrispinnur, soleiðis at tað gerst alsamt lættari at arbeiða við nýggju kravkúgni.

Kostnaðurin er eisini rættiliga høgur. Prísurin fyri bara skuffuna er 276,00 kr. og fyri øll 50 tons kostar tað 3,2 míó kr.

Hinvegin, so klárar hon eisini at fylla ein lastbil uppá ógvuliga stutta tíð.


Torbjørn koyrir

Tá nýggja kravkúgvin fór út frá verkstaðnum í Kollafirði, og tá nýggja maskinan kemur at verða nýtt í Hundsarabotni, so verður tað Torbjørn Thomsen úr Kollafirði, sum kemur at sita í stýrihúsinum. Tey flestu kenna kanska Torbjørn frá talv.

Hann er royndur førari, og hann smæddist heldur ikki burtur, tá nýggja maskinan skuldi fáast upp á pláss í gjár.

Uppgávan hjá nýggju kravkúgni og Torbirni verður at fylla ein dumpara, sum síðani koyrir gróti í knúsaran, sum er uppi í Hundsarabotni.