Kappingin eitur tað sama, sum hon hevur itið í mong harrans ár, men kortini er talan um nýggjan høvuðsstuðul, ið leggur navn til. Áðrenn hevur kappingin havt navn eftir føroyska oljufelagnum, Statoil, sum í fjør skifti navn til Effo, men nú er høvuðsstuðulin Statoil Faroes, ið fæst við oljuleiting í føroyskum øki og er partur av altjóða oljufelagnum, Statoil.
– Kappingin líkist sær sjálvari og er aftur í ár skipað sum liðkapping, samstundis sum hon eisini er einstaklingakapping. Hetta var roynt við sera góðum úrsliti í fjør, men at so stórur útlendskur áhugi er fyri kappingini hesa ferð, ger tað ikki minni spennandi at skipa fyri, sigur formaðurin í Tórshavnar Súkklufelag, Geyr Gilsteinsson, ið eisini er høvuðsdómari.
– Vit hava annars verið noyddir at broytt øll skelti og alt tað grafiska, ið hoyrir til kappingina, tí Statoil Faroes brúkar bæði annan lit og annað snið. Ein onnur broyting verður eisini, at nú eru málini ikki longur á bensinstøðum, sum tey plagdu at vera tað.
Hetta við útlendska áhuganum er so sanniliga ein stór broyting, tí nú tað av álvara nærkast, eru ikki færri enn 50 nøvn á yvirlitinum yvir tilmeldaðar súkklarar, og serliga úr Danmark koma nógvir súkklarar við til kappingina. Íslendingar og føroyingar eru sjálvandi við, sum vanligt, umframt at fleiri súkklarar hesa ferð eru úr Belgia.
Hava lokkað aðrar
– At ikki færri enn 21 danskir súkklarar eru við hesa ferð, er einum av okkara góðu, gomlu kenningum fyri at takka. Jens Glerup, ið hevur verið virkin í føroyskari súkkling og eisini fleiri ferðir hevur verið høvuðsdómari, hevur lokkað allar hinar við sær til Føroya. Hann verður forrestin sjálvur við, men so ofta hevur hann staðið sum dómari og fyrireikari, at hetta er bara aðru ferð, at hann sjálvur koyrir kappingina, sigur Geyr.
Íslendingar eru fastir fúsir, tá Statoil Kring Føroyar er á skránni, og í ár verður heldur einki undantak. Tilsamans eru teir átta í tali, og teirra millum er eitt nú Hafsteinn Ægir Geirsson, ið vann kappingina í fýra ár á rað, frá 2005 til 2008.
– So eru sjálvandi eisini allir føroyingarnir við, ið plaga at vera við, og teirra millum eru teir tríggir, sum í fjør vóru á vinnandi liðnum: Torkil Veyhe, Gudmundur Joensen og Gunnar Dahl-Olsen, sigur Geyr Gilsteinsson.
– Men eitt sindur sjáldsamt er tað kanska, at ikki færri enn tríggir súkklarar úr Belgia eru við hesa ferð. Orsøkin er tann, at Wim De Dobbeleer, sum í fjør var við íslendingunum í Hjólreiðafélagi Reykjavíkur, síðani er fluttur heimaftur til Belgia. Men hann hevði sjálvur hug at koma aftur, og honum eydnaðist so at lokka tveir aðrar við.
Talið á kvinnum er eisini methøgt hesa ferð, tí ikki færri enn seks kvinnur verða við í kappingini, umframt at seks unglingar eisini fara at kappast. Og so verða eisini tveir blaðungir danskir dreingir, 11 og 12 ára gamlir, við í kappingini.
Liðini draga út
Hetta er fimtandu ferðina á rað, at Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri Statoil Kring Føroyar, og nú kappingin hevur methøgt luttakaratal, tulka fyrireikararnir tað, sum at teir eru á rættari leið.
– Nú er talan um eina opna kapping, so øll kunnu vera við, sum hava hug til tað. Men at kappingin sær út til at fáa alsamt størri áhuga uttan fyri landoddarnar, ger tað sjálvandi nógv stuttligari at skipa fyri og leggja til rættis, samstundis sum tað er ein ovurhonds stór avbjóðing, tí so fjølment eru vit heldur ikki, sigur Geyr Gilsteinsson.
Nógv er sjálvandi at halda skil á, tá talan er um eina so stóra kapping, men ein táttur er kortini, sum enn ikki liggur í hondunum hjá fyriskiparunum. Tað er telvingin um, hvørjir súkklarar velja at taka seg saman í lið til liðkappingina.
– Sum er, vita vit bara um tvey lið, sum er eitt við veteranum og eitt við unglingum. Hinir hava enn ikki boðað frá, hvussu teir fara at skipa seg, men eg havi varhugan av, at tingast verður dúgliga, tí allir vilja gera sítt fyri at gerast partur av einum liði, ið hevur ein møguleika, sigur Geyr.
– Kenni eg súkklararnar rætt, so leggja teir heldur ikki kortini á borðið fyrr enn í síðstu løtu, men nú mugu teir skjótt melda út, tí tað er neyðugt hjá okkum at vita tað í góðari tíð, áðrenn lagt verður til brots í Klaksvík mikukvøldið.