Tann 15. juni 1958 fór Randi, sum 14 ára gomul, fyri fyrstu ferð til arbeiðis á apotekinum. Hon varð biðin at koma sum summarferiuavloysari fyri eina reingerðarkonu og var í hesum avloysarastarvi í einari 3 vikur. Eftir hetta bað frú Jensen, sum Anna Jensen apotekari vanliga varð nevnd, Randi um at koma inn um skrankan at arbeiða – og har hevur hon arbeitt síðani í samfull 50 ár.
Tey fyrstu árini, Randi arbeiddi á apotekinum, helt apotekið til á Tvørabakka, stutt frá heiminum hjá Randi. Men í fyrru helvt av 1960-unum varð nýtt apotek bygt úti á Tvøroyri, og tann 8. august 1964 flutti apotekið so í nýggju hølini. Síðani er apotekið úti á Tvøroyri eisini dagført fleiri ferðir, seinast fyri nøkrum árum síðani, soleiðis at apoteki í dag er eitt nútímans apotek.
Hesi 50 árini hevur Randi arbeitt við fleiri apotekarum. Tann fyrsti var Anna Jensen. Síðani var Annie Joensen apotekari í eitt tíðarskeið, áðrenn Hera Mørkøre, núverandi lands-apotekara. Og í dag er Fríði Jensen apotekari á Suðuroyar Apoteki. Afturat teimum koma so eitt ótal av apotekarum, sum hava verið avloysarar í summafrítíðini, greiður Randi frá.
Nógv er broytt hesi 50 árini
Randi greiður Suðuroyarportalinum frá, at heilt nógv er sjálvandi broytt frá teirri fyrstu tíðini á apotekinum á Tvørabakka og fram til í dag. Til dømis blandaðu tey fyrr medisin, salvur, mixture og so framvegis á Suðuroyar Apoteki, umframt at fylt var í gløs og etikettir settar á. Í dag verður alt blandað í Havn ella uttanlands.
Fyrr fingu tey t.d. eisini tabelettir í stórum nøgdum, sum tey so sjálvi fyltu í gløs, tað sama var galdandi við ymiskum salvum, sýrum os.fr. Í dag kemur so at siga alt í smærri pakningini, klárt at selja.
Eitt annað sum eisini er heilt broytt er, at apotekið í dag í stóran mun er ein sjálvtøku handil – tó undantikið resept-medisin – har kundin sjálvur kann síggja og velja tað vøruna, tey vil hava. Fyrr stóðu kundarnir aftanfyri skrankan og bóðu so um tað tey skuldu keypa.
Eitt gott arbeiðspláss
Randi sigur, at apotekið hevur verið sera eitt gott arbeiðspláss við góðum samstarvsfeløgum. Tað hevur eisini verið spennandi og stuttligt at arbeiða á apotekinum, ikki minst í teirri tíðini, tá tey blandaðu medisin, salvur o.a. á apotekinum á Tvøroyri.
Kundarnir hava eisini altíð verið sera vinarligir og fyrikomandi, og tað hevur gjørt sítt til at tað hevur verið eitt gott arbeiðspláss. Sambandið við kundarnar hevur eisini gjørt sítt til, at arbeiðsdagurin hevur verið fjølbroyttur og áhugaverdur.
Hugaligur gongurtúrur til arbeiðis
Øll árini Randi Kilgour hevur arbeitt á apotekinum, hevur hon at kalla hvønn tann einasta dag gingið til og frá arbeiði. Randi sigur, at tað altíð hevur verið ein hugaligur gongutúrur til arbeiðis, fyrst út á Tvørabakka og síðan 1964 út á apoteki úti á Tvøroyri. Soleiðis verður eisini í morgin tíðliga, tá Randi fer til gongu av Tvørabakka, eins og hon hevur gjørt tey seinastu 50 árini.
Kelda: www.sudurras.com










