50 ára starvsdag í Skálabúðini

Tann 1. juli hevði Ása Østerø 50 starvsdag í Skálabúðini í Dr. Jacobsensgøtu í Havn.


Ása er so at siga uppvaksin í Skálabúðuni. Sum smágenta hjálpti hon foreldrunum í handlinum, og síðan 1956 hevur hon verið í føstum starvi. Í dag eru tað hon og beiggin, Kári Skála, sum reka handilin.
 
Ása hevur verið við í menningini av Skálabúðini, sum er ein av stóru klædna- og gardinuhandlunum í býnum. Mótahandlin Mótaskálin hoyrir eisini til Skálabúðina.   
 
Handilin var settur á stovn í 1946 undir navninum Magnus Mikkelsen Manufaktur. Tað var Magnus Mikkelsen á Toftum, sum rak handilin tey fyrstu árini. Handilin varð manna millum nevndur hjá Toftamanninum.
 
Seinni yvirtóku foreldrini hjá Ásu, Hanna og Óla Christian Skála, handilin sum fekk navnið Skálabúðin.