Millum innsløgini í Bilradio er samrøða við Jógvan Hans Joensen í Miðvági, sum hevur nógv áhugavert at siga frá, á Rás2 kl. 11. Í sendingini Bilradio, sum kemur kl. 11 á Rás2, er samrøða við Jógvan Hans Joensen í Miðvági, ið er kendur fyri síni Bosch-testanlegg. Hann fortelur m.a. um, hvussu tað var at taka koyrikort, tá hann var ungur, um at hann einaferð varð eitraður av at arbeiða í eini garasju, meðan ein bilmotorur var í gongd. Samrøðan er gjørd í sambandi við at 50 ár eru liðin síðan hann keypti sín fyrsta hýruvogn og byrjaði sítt virksemi.
Í sendingini er eisini samrøða við Geir Wardum frá útleigufyritøkuni Nordjysk Lift, um tað sum fyritøkan hevur at bjóða, og við Petur Hansen frá Metek á Hjalla um ein nýggjan Iveco testbil, sum er komin til landið.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum









