50 ár við 3-punkts trygdarbeltum

Í ár eru 50 ár síðan Volvo komu á marknaðin við 3-punkts trygdarbeltunum í 1959. Trygdarbeltið er annars ikki nøkur nýggj uppfinning, tað stavar frá síðst í 1800-talinum. Beltið var fyrstu ferð nýtt í flogførum, tá jagarapilotar vendu flogførunum á høvdið, meðan teir flugu í luftini.

Í 1920 arbeiddu amerikanskir læknar fyri at fáa trygdarbelti í allar bilar og fyri at fáa fólk at brúka tey. Amerikanarnir Roger W. Griswold og Hugh De Haven fingu patent upp á 3-punkts trygdarbeltið í 1951.

Saab var fyrsti bilaframleiðari, ið innførdi trygdarbelti sum standard í 1958.

Rullu-mekanisman, som ger at trygdarbeltini sjálv fara upp á pláss eftir brúk, bleiv standard í øllum Volvo bilum í 1969.

Hóast 3-punkts trygdarbeltini í prinsippinum ikki eru nógv broytt hesi árini, kunnu tey als ikki sammetast við tey intelligentu trygdarbeltini vit hava í dag við fleiri innbygdum trygdarskipanum.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum