Í august eru 50 ár síðan Volvo 144 kom á marknaðin.
Nógv var gjørt burturúr, tá Volvo kom við hesum bilinum, sum var heilt annarleiðis enn teir táverandi Volvo PV og Amazon.
Bilurin var stórur og rúmligur, eins og hann hevði nógvar innbygdar trygdarskipanir sum t.d. dupult bremsusystem og skivubremsur framman og aftan.
Ein av fyrstu Volvo 144 var at síggja í havnargøtum stutt eftir at bilurin var komin á marknaðin. Tað var ein myrkabláur, sum Emil Thomsen í Havn átti. Bilurin er varðveittur sum ellisakfar og er framvegis at síggja í býnum.
Umframt Volvo 144 við fýra hurðum, fekst eisini Volvo 142 við tveimum hurðum og Volvo 145 stationcar. Volvo 144 vórðu framleiddir til 1974, tá teir vóru avloystir av Volvo 244.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/