Jóa var bert 14 ára gamal, tá hann fekk lærupláss á Telefonverkinum í 1954.
Lærutíðin var trý ar. Í fystuni umvældi hann telefonir og gjørdi annað verkstaðsarbeiði.
Tá læru tíðin var av, arbeiddi hann sum montørur. Alt fleiri fingu telefon, og Jóa fekk til uppgávu at vera "feilrættari". Tað var at fara út at kanna og umvæla telefonirnar, sum vóru í ólagi hjá fólki. Tað gjørdi hann í nøkur ár, men hann fekk síðani til uppgávu at sita inni á Telefonverkinum og taka ímóti boðum frá viðskiftafólkunum.
Nú er virksemið nógv broytt, men tað er altíð okkurt at takast við, sum Jóa hevur best skil fyri at gera. Eitt nú hevur hann umvælt og snøggað gamlar lutir, telefonir, borð o.a., sum ikki longur eru í nýtslu.
Í dag standa hesir lutir í nýggja virkisbygninginum hjá Føroya Tele og bera boð um upprunan og søguna hjá hesum stovni.
Jóa er tann seinasti, sum er eftir av teimum gomlu á stovninum. Hann sigur um hesi 50 árini, sum er alt hansara vaksna lív, at tað hava verið nógv góð ár við góðum arbeiðsumstøðum og góðum samanhaldi millum starvsfelagar og leiðslu.
Í samband við starvsdagin verður móttøka hjá Føroya Tele í Hoyvík í dag frá kl. 14.00.