50 prosents møguleiki fyri ABC

Samfelagsfrøðingurin og politiski eygleiðarin, Jógvan Mørkøre, metir ikki, at tað er meiri enn 50% møguleiki fyri, at ABC-samgongan verður til nakað - Tað kemur ikki óvart á, at samráðingarnar um býtið av málsøkjum gjørdist drúgt.

Tað segði Jógvan Mørkøre við Rás2 á miðdegi. Hann væntar, at tað verður torført hjá Javnaðarflokkinum at sleppa løgmannssessinum.

- Løgmanssessurin er ógvuliga týdningarmikil, og eg vænti at tað verður torført hjá Javnaðarflokkinum at fara í samgongu við tveir borgarligar flokkar, uttan at hava løgmann, segði Jógvan Mørkøre.

Samfelagsfrøðingurin væntar tískil, at spurningurin um løgmann verður ein ógvuliga stórur knútur at loysa.

- Hetta er sera týdningarmikið fyri Javnaðarflokkin, tí hann hevur ikki nógv kort eftir á hondini at spæla, segði Jógvan Mørkøre.

Hann heldur, at hinir flokkarnir standa klárir á síðulinjuni, um ABC ikki verður til nakað kortini.

- Fólkaflokkurin hevur góð kort á hondini, og ein fullveldissamgonga er avgjørt ein møguleiki, um ABC verður av ongum. Tað kann væl hugsast, at Tjóðveldi bjóðar Fólkaflokkinum løgmann aftur fyri eina fullveldissamgongu, metir altso Jógvan Mørkøre, ið ikki gevur ABC meiri enn 50% møguleika.