Umleið helmingurin av teimum íslendsku veljarunum vilja hava Ólaf Ragnar Grímsson, forseta, at stilla uppaftur á forsetavalinum, sum verður næsta ár. Tað vísir ein meiningakanning, sum Stöð tvö og Fréttablaðið hava gjørt.
Har siga gott 50 prosent, at forsetin eigur at stilla uppaftur, men 47,8 prosent halda, at tað eigur hann ikki at gera.
Kanningin vísir, at forsetin hevur ikki serliga stóran stuðul millum veljararnar hjá stjórnarflokkunum Samfylkingini og Vinstri Grønu.