Árligi Norðurlandaráðsfundurin, sum hesaferð er nummar 50, verður settur í Stórtinginum í Oslo mánadagin 8. november.
Norðurlandaráðið varð stovnað í 1952, og tað er parlamentarikaraforum hjá norðurlendskum tingmonnum. Ráðið hevur 81 limir, sum umboða tingini í teimum fimm sjálvstøðugu norðurlondunum. Harafturat hava Føroyar, Áland og Grønland tvey umboð í part. Tilsamans eru 87 limir í Norðurlandaráðnum.
Ráðslimirnir eru allir tingmenn í teimum átta norðurlondunum. Beinleiðis val til Norðurlandaráðið fer soleiðis ikki fram.
Norðurlandaráðið, sum er undir leiðslu av einum formansskapi, hevur síðani 1996 havt árliga fundin í november. Fyrr vóru hesir fundir hildnir tíðliga í marsmánaði.
Men millum árligu fundirnar kunnu eisini aðrir fundir haldast um ávís evni. Dagliga arbeiðið í Norðurlandaráðnum verður annars gjørt í ymsu nevndunum. Allir teir 87 limirnir eru í onkrari nevnd undir Norðurlandaráðnum.
Norðurlendska samstarvið fer eisini fram í Ráðharraráðnum, sum er eitt forum fyri stjórnarlimir í Norðurlondum. Svøríki hevur í løtuni formansskapin í Ráðharraráðnum