50 milliónir meira í blokkstuðuli

Løgmaður fegnast, nú Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot um at hækka blokkin næstu trý árini

Á løgtingsfundinum mikudagin fer løgtingið undir at viðgera uppskotið frá Jørgen Niclasen um at hækka blokkstuðulin úr Danmark næstu trý árini. Talan er um eitt ríkislógartilmæli, sum skal setast í gildi fyri Føroyar.

 

Uppskotið gongur út uppá, at landsstýrið og danska stjórnin hava gjørt avtalu um blokkstuðulin næstu trý árini, eins og gjørt er áður. Blokkstuðulin hevur verið 615,5 milliónir frá 2002 til fyrstu fíggjarlógina hjá Jørgen Niclasen, tað var løgtingsfíggjarlógin fyri 2012, tá blokkstuðulin hækkaði til 624,1 milliónir krónur.

 

Í ár hevur blokkstuðulin verið 632,2 milliónir, og næstu trý árini verðu hann 635,4 milliónir krónur.

 

Í viðmerkingum til ríkislógartilmælið sigur Jørgen Niclasen, at heildarveitingin verður komandi trú árini prístalsviðgjørd á sama hátt sum í 2012 og 2013.

 

Í 2013 er heildarveitingin 632,2 mió. kr. Í 2014 hækkar heildarveitingin 0,5% og verður sostatt 635,4 mió. kr. samsvarandi við eina hækking upp á 3,2 mió. kr. Til samanberingar er heildarveitingin í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2014 mett til at vera 13,8% av samlaðu inntøkunum í mun til 14,1% í dagførdu fíggjarlógini fyri 2013.

 

– Um verandi ella komandi landsstýri ynskja tað øðrvísi, er einki til hindurs fyri at samráðast við donsku stjórnina um at uppsiga, stytta ella broyta avtaluna, sigur Jørgen Niclasen.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fegnast um, at blokkstuðulin hækkar. Tí á Facebook hevur hann hesa viðmerking:

 

– Vit kunnu staðfesta, at tá valskeiðið er av, er ríkisveitingin hækkað við umleið 50 milliónum krónum, sum er ein góð inntøka til tey bleytu virðini. Okkara land er á vinnarabreytini eingin ivi um tað, sigur løgmaður.