Sambært meting hjá Sameindu Tjóðum framleiðir heimurin eitt stað millum 20 og 50 milliónir tons av elektroniskum burturkasti um árið. Nú skal bøtast um hetta. Green Future eitur íslendsk fyritøka, sum miðvíst er farin undir at savna inn brúkt elektronisk tól við tí endamáli, at umvæla tey og selja aftur til menningarlondini.
Tað er Bjartmar Alexandersson, sum í oktober mánað í fjør tók stig til at stovna fyritøkuna, og longu nú, smáar átta mánaðir seinni, hevur fyritøkan deild í Grønlandi og nú eisini í Føroyum.
Vit eru í ferð við at stovna deildir í Danmark, Noregi og Svøríki eisini, og tað, sum skuldi vera eitt ítriv, er vorðið til eitt fulltíðarstarv, sigur Bjartmar Alexandersson.
Samstarv er fingið í lag við Føroya Tele, Vodafone, Nema, Formula.fo, Expert og Tryggingarfelagið Føroyar. Ætlanin er at fáa aðrar fyritøkur við í samstarvið eisini.
Og nóg mikið skuldi verið at trivi í, tí sambært ST verður framleitt millum 20 og 50 milliónir tons av elektroniskum burturkasti um árið.
Tað eru serliga fartelefonir, farteldur, iPods, digital myndatól og líknandi, sum Green Future savnar inn og umvælir, fyri síðani at selja lutirnar til menningarlondini.