50 milliónir minni til asfalt og betong

Umraðfestingar á fíggjarlógini gera, at nú skulu 50 milliónir krónur minni enn upprunaliga ætlað nýtast til íløgur í vegir, havnir og tunlar Mikudagin kom fram í Sosialinum, at Javnaðarflokkurin kravdi, at spurningurin um at gera tunnil norður um Fjall, byrgingina um Haraldssund, havnin í Skúvoy og allar aðrar útbyggingar á samferðsluøkinum, skuldu viðgerðast í samgonguni, tí at hann ikki uttan víðari góðtók tær ætlanir, sum eru settar út í kortið.

Nú eru íløgurnar viðgjørdar í samgonguni, og íløguætlanin broytt.

Úrslitið er, at um 50 milliónir krónur minni skulu nýtast til betong og asfalt. Tað kundi John Johannesen staðfesta í tíðindunum í útvarpinum hjá Kringvarpinum á middegi.

Ístaðin verður ein grønur vakstrarpakki settur á skránna, og skulu partar av hesum pengunum nýtast til stuðul til bjálving og viðlíkahald av almennum bygningum.