Føroyski búskapurin gongur við rúkandi ferð. Hetta sæst milum annað á skattainntøkunum hjá landi og kommunum. Fyrsta ársfjórðing í ár eru 50,5 milliónir krónur meiri komin inn í skatti enn í fjør. Av teimum hava kommunurnar fingið 31 milliónir, meðan 13,5 milliónir stava frá landsskatti, 700.000 frá kirkjuskatti og 5,3 milliónir frá eftirlønarskatti.
Tað er sum vera man Tórshavnar kommuna, sum hevur fingið størsta vøksturin. Meðan skattainntøkurnar fyrsta ársfjórðing í fjør vóru 164 milliónir krónur, eru tær í ár 173,5 milliónir krónur, altso 9,5 milliónir krónur hægri.
Í Klaksvík er skattainntøkan hækkað við 3,5 milliónum krónum, í Runavík við 3,2 milliónum krónum og í Eysturkommunu við 2,6 millónum krónum. Í Fuglafirði, Nes, Vestmanna og Vága kommunu eru skattainntøkurnar eisini vaksnar við yvir einari millión.
Størstu lutfalsligu økingina eigur Fugloyar kommuna. Kommunan hevur fingið 529.085 krónur meiri inn í skatti higartil í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 176,1 prosent, úr 300.453 krónum í 829.538 krónur.
Fimm kommunur hava fingið minni inn í skatti í mun til í fjør, og av teimum liggja fýra í Suðuroynni. Hvalbiar kommuna, Fámjins kommuna, Porkeris kommuna og Hovs kommuna fáa allar minni enn, frá 34.000 krónum til 212.000 krónur minni. Fimta kommunan er Kunoyar kommuna, har skattainntøkan er minkað við 69.000 krónum.
Ein stórur partur av broytingunum er uttan iva, at fólkatalið í kommununi veksur, men neyvan er tað fulla orsøkin handan góðu gongdina.
Spurningurin er so, um eyka inntøkurnar vóru væntaðar og tiknar við í fíggjarætlanunum hjá kommununum ella ikki, og hvat ætlanin annars er at gera við hesa stóru eykainntøkurnar. Annar spurningur er so kanska, um skattatrýstið framvegis er ov høgt, hóast fleiri kommunur hava lækkað tað seinasta árið.