Nýggjur Mazda 626
Mazda 626 hevur fingið eina andlitsupplyfting. men danski Mazdainnflytarin, Andersen Motors A/S í Køge, hevur framvegis nógvar bilar av gamla sniðnum á goymslu, so nakrir mánaðir verða, til bilurin verður at síggja í Danmark, skrivar Motor hjá FDM. (Hvussu verður í Føroyum er okkum ógreitt, men tað vita vit kanska í næstu útgávu).
Broytingarnar eru smáar, m. a. er innbúgvið tvílitt. 1.8 litur grundmotorurin gevur framyvir 100 hk í staðin fyri 90, samstundis sum dreyningsmomenti økist frá 146 Nm til 152 Nm, men nú við 4000 snúningum heldur enn fyrr við 2500 snúningum.
Mégane hevur el-forrútar
Higartil hava vit bert sæð ein forrút við hitatráðum í Ford-bilunum. Sera gott um veturin, men onkur heldur, at hetta er óheppið tá sólin skínur ella tú fært eitthvørt bjart ljós í eyguni.
Í eini bólkatest av fýra stationcar í blaðnum Motor hjá FDM, m. a. Renault Mégane, legði testliðið ikki tilmerkis, at Renault nú eisini er farið at leggja hitatræðrirnar í forrútarnar, so tað fekk hann sjálvandi eitt eyka pluss fyri, eins og hiti í forsetrunum er standard.
Mégane hevur sum einasti Renault 12 ára trygd móti gjøgnumtering og ikki átta ár, sum hinir Renaultbilarnir
Kelda: FDM Motor