Lerwick: Annika Vang var tann av føroysku luttakarunum, sum lá best fyri undan seinna degnum.
Í Recurve kappingini var hon tá bert eitt stig frá fremsta plássinum, og fyrstu løtuna tóktist, sum kundi føroyski alvin gera bart og enntá fara avstað við gullinum.
Fyrstu ørvarnir á teimum 50 metrunum sótu eisini, sum teir skuldu, men so gekk heilt galið. Móti endanum av teimum 50 metrunum vildi einki bera til, og Annika fekk bara 208 stig burtur úr teimum 36 ørvunum. Onkur av kappingarneytunum var heilt uppi á 273, og so var missurin ov stórur at taka aftur. Tað var tó um reppið, at tað kortini eydnaðist at fáa bronsuna, men tað bleiv ikki meira enn næstan, og við 944 stigum vóru framvegis fýra upp til heiðursmerkini.