Onkuntíð hava verið so nógvir bátar í onkrum bólkinum, at tað hevur verið um reppið at teir rúmaðust á vánni í Klaksvík, men soleiðis verður tað ikki hesa ferð. Flest manningar eru í kappingini hjá gentum í 5-mannafør, har bátarnir eru trettan í tali.
Onkuntíð hava 10-mannaførini verið órógvandi fá í kappingini, men har stendur ikki so illa til longur. Sjey bátar fara at kappast á norðoyastevnu.
Tey seinastu árini hava verið ábendingar um, at tað hevur verið trupult at manna nógvu 8-mannaførini, sum eru kring landið, og at tað framvegis er soleiðis sæst í luttøkutalinum í hesari bátastøddini á norðoyastevnu. Bátarnir eru bara fimm í talið, og tríggir av teimum ? Argjabáturin, Knørrur og Ørvur ? eru úr høvuðsstaðnum.
At huguin fyri kappróðri í Havnini er ógvuliga stórur, sæst eisini í, at av teimum hálvt hudrað manningunum, sum í morgin fara at kappast í Klasvík, eru ikki færri enn seytjan úr høvuðsstaðnum, og tað kann væl vera, at onkrar aðrar manningar eisini venja á Havnarvág.
Undan norðoyastevnu verður lutur kastaður um, hvussu bátarnir skulu liggja. Á hinum stevnunum verða bátarnir lagdir eftir, hvussu teir hava staðið seg á undanfarnu stevnunum.
Bátarnir liggja soleiðis á norðoyastevnu (fyrst nevndi báturin liggur vestastur):
5-mannafør dreingir: Súlan, Ritan, Fípan Fagra, Drekin, Erla Kongsdóttir, Junkarin, Sílið, Báran, Svanur og Blikur.
6-mannafør kvinnur: Páll Fangi, Strálan, Gongurólvur, Lómur, Hvessingur, Fuglfirðingur og Jarnbardur.
5-mannafør gentur: Sílið, Erla Kongsdóttir, Drekin, Royndin Fríða, Báran, Blikur, Fípan Fagra, Junkarin, Kollur, Ørnin, Ternan, Svanur og Tjaldrið.
6-mannafør menn: Snoprikkur, Kollfirðingur, Hósvíkingur, Lómur, Sølmundur, Gongurólvur, Jarnbardur og Strálan.
8-mannafør: Miðvingur, Knørrur, Ørvur, Argjabáturin og Kvívíkingur.
10-mannafør: Nólsoyingur, Tvørábáturin, Eysturoyingur, Vágbingur, Havnarbáturin, Kjølur og Vestmenningur.jh