Hetta vikuskiftið er Malta vertur fyri einari ráðstevnu um møguligan frið í Ukraina, og her eru umboð úr 50 londum.
Men, Russland er ikki við, og russar rópa ráðstevnuna eitt "antirussiskt tiltak" - teimum so líkt, kunnu vit siga.
Í einari tíð, har heimsins eygu eru vend móti Ísrael og Palestina, vónar ukrainski forsetin, at undirtøka fæst fyri hansara ætlan um frið í Ukraina.
Ráðstevnan er hin triðja av sínum slag. Tær, sum frammanundan hava verið, vóru í Jeddah í Saudi Arabia og í Keypmannahavn.
Luttakaralistin er vaksin, síðan 40 lond luttóku á ráðstevnuni í Jeddah í summar.
Hetta sær Ukraina sum tekin um, at stuðullin til landið í stríðnum móti russiska hersetingarvaldinum stendur við.
- Ráðstevnan er eitt greitt tekin um, at samanhaldið um Ukraina er varðveitt, sigur Andrij Jermak á ukrainsku forsetaskrivstovuni.
Tíðindastovan NTB sigur, at Ukraina nú vónar, at ein felags yvirlýsing kemur burturúr ráðstevnuni á Malta.