50 lættlisnar bøkur á skúlagáttini

Stórur tørvur er á lættlisnum bókum til at menna lesiførleikan hjá føroyskum skúlabørnum. Sjey nýggjar bøkur eru bara byrjanin til eina røð av sonevndum Krabbabókum, sum eftir ætlan verða í øllum førum 50 í tali um tvey ár. Bókadeildin og Skúlabókagrunnurin samstarva um útgávurnar.

Í vikuni komu sjey lættlisnar bøkur út á føroyskum. Hetta eru tær fyrstu sjey bøkurnar í eini røð av nógvum, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur samstarva um at geva út.

- Lærarar hava í nógv ár eftirlýst lættlisnar bøkur, og í teimum niðurstøðum, sum eru gjørdar í seinastuni viðvíkjandi føroyskum skúlaskapi, hevur fleiri ferðir verið víst á stóra tørvin á slíkum bókum. Nú eru tær fyrstu sjey komnar, og tær næstu sjey koma um stutta tíð, so vit eru ógvuliga spentar at vita, hvussu tær verða móttiknar av skúlunum og øðrum, siga teir fýra ritstjórarnir Marjun Ziskason, Lydia Didriksen, Turið Kjølbro og Borghild Sjúrðarberg, ið leggja lættlisnu røðina til rættis vegna forløgini bæði.

Røðin verður kallað Krabbabøkur; tær eru býttar upp eftir torleikastigi, og krabbar í ymsum litum siga, á hvørjum torleikastigi bókin er. Tær fyrstu seks eru ætlaðar 2. torleikastigi og tann síðsta til 3. torleikastig. Fyri summarfrítíðina koma tær næstu sjey bøkurnar; tær eru ætlaðar 3. torleikastigi.

- Útlendsk forløg hava hópin av røðum við lættlisnum bókum, og vit hava sjálvsagt kannað eftir, hvussu tey skipa sínar røðir. Kortini ber ikki bara til at gera sum útlendsku forløgini. Føroysk børn fara seinni í skúla enn børn í grannalondunum, og hóast tímarnir til byrjanarundirvísingina eru øktir, hava vit færri tímar enn norðurlendsku grannarnir. Stóra lesikanningin, ið Solveig Debess hevur gjørt, bendir eisini á, at føroysk børn læra seinni at lesa enn onnur børn; tað sama ger ávegis lesikanningin, sum Karolina Matras og Katrin Næs hava gjørt. Tí hava vit roynt at laga røðina eftir okkara egnu skúlaskipan og valt bøkur út, sum ikki eru føroyskum børnum fremmandar, siga tær fýra.


Fjølbroytt úrval

Lættlisnu bøkurnar, ið koma út í ár, eru allar týddar úr øðrum málum, í høvuðsheitum donskum, norskum, svenskum og enskum.

- Vit hava lisið og kannað eina ørgrynnu av bókum og í fyrsta umfari valt nakrar og 20 bøkur út, sum koma út í ár; av hesum er ein bókarøð á 10 bøkur, sum er ógvuliga væl umtókt í Danmark, siga tær. Haldi, at vit kunnu siga, at allar tær útvaldu bøkurnar eru góðar bøkur. Tað vil siga, at tær hava eina góða søgu, at børnini kunnu kenna seg aftur í teimum, og at myndirnar, ið eru sera umráðandi í eini lættlisnari bók, eru góðar og stuðla undir tekstin. Úrvalið av bókunum er fjølbroytt og gott, og bæði dreingir og gentur fáa sítt.


Eisini upprunaføroyskar

Um somu tíð, sum arbeitt verður við at fáa tær týddu bøkurnar út, verður arbeitt við at gera upprunaføroyskar lættlisnar bøkur. Hetta er tó ein nógv drúgvari og orkukrevjandi tilgongd, sum júst er farin í gongd. Tær greiða frá, at hugsast má bæði um tekstir og myndir, og at lættlisnar bøkur seta stór krøv til høvundin og teknaran. Bøkurnar skulu lúka tær lesiteknisku treytirnar, ið siga, um tær eru lættar at lesa ella ikki. Allar bøkurnar í Krabbarøðini verða tí viðgjørdar lesinámsfrøðiliga av serfrøðingum í lesing. Til hesa uppgávuna hava tær heitt á Monu Nattestad Steintún, ið er útbúgvin audiologopedur og starvast á Sernámsdeplinum.

Tær vísa víðari á, at tað eru ymisk viðurskifti, sum gera ein tekst lættan at lesa. Tá talan er um byrjanarlesing, er neyðugt at hugsa um málbólkin. Hvønn verður skrivað til. Hvørjar førleikar og hvørja undanvitan hevur lesarin, og á hvørjum stigi í lesingini er hann. Lættlisnar bøkur eru ætlaðar at fáa glið á lesingina hjá børnum, sum nýliga eru farin at lesa og ikki reiðiliga eru komin í venjing, og annars at stuðla undir lesingina hjá børnum, soleiðis at lesiferðin økist, eins og at lesihugurin verður mentur. Tær eru skrivaðar á einfaldan hátt við stuttum orðum og setningum.

- Í næstum fara vit at heita á føroyskar høvundar um at skriva lættlisnar tekstir til børn. Skal ein skriva ein tekst, ið er lættur at lesa, má ein hava lesiførleikan hjá barninum í huga. Her eru nógv viðurskifti at hugsa um, hvørjar bókstavir og ljóð tú velur, orðamyndir og annað. Avbjóðingin er at fáa tekstin áhugaverdan við hesum skerdu møguleikunum at velja orð.

– Myndirnar hava ikki minni týdning. Meiri enn í øðrum bókum skulu tær stuðla undir tekstin og vera ein hjálp hjá barninum at fata tekstin.

Tær fýra leggja aftrat hesum viðvíkjandi, at tær kundu hugsað sær at komið í samband við fólk, ið hava hug at myndprýða slíkar bøkur.


Nógvar útgávur á skránni

Gongst sum ætlað, verða í minsta lagi 25 lættlisnar bøkur givnar út um árið. Vónandi fara vit at síggja tær fyrstu upprunaføroysku lættlisnu bøkurnar komandi ár.

- Vit hava nógvar útgávur í umbúna, men alt veldst tó um, hvussu væl skúlarnir taka ímóti teimum. Jú fleiri bøkur verða keyptar, jú fleiri pengar eru til at geva fleiri bøkur út. Tær eru roknaðar sum framíhjálestur, og tí fer eisini at bera til at keypa tær í bókabúðum.


--


Fakta:

Torleikastigini eru sjey; vegleiðandi er:

1. stig til 1. flokk,

2. stig til seinnu helvt av 1. flokki og 2. flokk

3. stig til 2. og 3. flokk

4. stig til 4. flokk

5. stig til 4. og 5. flokk

6. stig til 6. og 7. flokk

7. stig til 8. flokk og eldri.

--


Tær fyrstu sjey bøkurnar í Krabbarøðini eru:

Pál ansar kettuni eftir Jørn Jensen, Hildigunn Niclasen hevur týtt

Gev mær posan, Rói eftir Jørn Jensen, Hildigunn Niclasen hevur týtt

Rói og Sanna eftir Jørn Jensen, Hildigunn Niclasen hevur týtt

Reyði bilurin eftir Knud Hermansen, Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt

Magnus eftir Jim Højberg, Alexandur Kristiansen hevur týtt

Arni og teldan eftir Rita Bitsch, Alexandur Kristiansen hevur týtt

Ninna og Kára og nýggj vinaløg eftir Katrine Marie Guldager, Borghild Sjúrðarberg hevur týtt