Tað er kalt í heimsins kaldasta býi, sum býurin Jakutsk í Sibiria hevur verið róptur.
Í undanfarnu viku eru máld heilt niður í 50 kuldastig í býnum.
- Tað nyttar einki at berjast ímóti kuldanum. Tú letur teg í eftir veðrinum – ella gongur tað bara út yvir teg sjálvan.
Tað sigur Anastasia Gruzdeva, sum stendur sera vælílatin úti í ístokuni.
Ein annar íbúgvi í býnum, Nurgusun Starostina, sum selur frystan fisk – uttan at hava brúk fyri frystara – sigur, at tað er einki loyndarmál, hvussu tey halda hitanum í slíkum ógvusligum kuldaveðri.
- Tú letur teg bara í heit klæði – eitt lag oman yvir annað, til tú ert í fleiri løgum av heitum klæðum, sigur hon.
Jakutsk liggur umleið 5.000 kilometrar eystanfyri russiska høvuðsstaðin, Moskva.
Um veturin er vanligt, at kuldin fer niður um 40 stig, men í vetur hevur ógvusligi kuldin ligið longri enn vanligt.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber tíðindini um vetrarkuldan í Sibiria.










