Klippfisk handaði í dag landsstyrismanninum í vinnumálum, Johan Dahl, eitt álit um føroyska filmsvinnu.
Talan er eitt niðurkókað álit í mun til tað álit, ið Mikkjal Helmsdal lat landsstýrinum fyri fimm árum síðani.
Jákup Veyhe, stjóri í Klippfisk, sigur, at teir hava skeitt til londini rundan um okkum, og eftir teirra regionalu økjum.
- Vit vita, at Fyn hevur stuðlað lokalum filmskreftum og hevur harvið verið við til at seta fokus á Fyn. Tað er komið aftur fleirfalt, tí tær 32 milliónirnar, ið lætnar eru i stuðli, hevur kreerað 150 milliónir í avleiddum inntøkum, sigur Jákup Veyhe.
Hann vísir til líknandi lokalstuðul í Noreg og Svøríki, og eisini Ísland hevur sama politikk.
- Vit mæla til, at ein almennur filmsgrunnur verður settur á stovn, ið fær eitt grundfæ á 1,5 milliónir krónur. Síðani skal grunnurin vaksa við 500.000 krónum um árið í sjey ár, til hann er komin upp á 5 milliónir krónur, sigur Jákup Veyhe.
Hann heldur, at tað er púra realistiskt, at tað um tíggju ár eru 50 heiltíðarstørv innan filmsvinnuna.
- Tað er málið, og tað er realistiskt. Tað er eisini realistiskt, at vit um tíggju ár gera ein spælifilm í fullari longd um árið, og haraftrat sjónvarpsrøðir og stutt- og novellufilmar, umframt dokumentarfilmar, sigur Jákup Veyhe.
Johan Dahl tók væl ímóti álitinum og lovaði, at tað ikki skuldi enda í einari skuffu.